Mugu verja umhvørvi og fiskivinnu

Týsdagin byrjaði stór oljuráðstevna á Hotel Føroyum um kanningarnar, sum GEM-samstarvið hevur staðið fyri nú í fleiri ár. Á ráðstevnuni eru sumboð fyri føroyskar myndugleikar og oljufeløgini. Úrslit frá fleiri av arbeiðsbólkunum undir GEM vórðu løgd fram.

 

GEM-ráðstevna


Her snýr tað seg serstakliga um umhvørvið nú undan komandi boringum á landgrunninum.

Tað var Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum setti ráðstevnuna. Hann vísti á, at Føroyar eru á einum avgerandi vegamóti, nú farið verður at leita eftir olju og gassi í undirgrundini.

?Í summar taka vit eitt stig, sum heilt kann broyta okkara samfelag. Vit tora at taka hetta stig, tí vit halda okkum hava tikið øll hugsandi fyrilit til at verja fiskivinnuna og umhvørvið segði landsstýrismaðurin, sum vísti á, at løgtingið í fleiri førum hevur lagt alstóran dent á týdningin at verja umhvørvið og at tryggja, at oljuleitingin á ongan hátt fer at oyðileggja møguleikarnar hjá føroyingum eisini í framtíðini at kunna lívsbjarga sær sum ein fiskivinnutjóð.

-Tað er lætt at seta sær politisk mál, men tað er ein krevjandi uppgáva at møta teimum avbjóðingum, sum umhvørvið í Norðuratlantshavið setir. Vit hava øll hvør sær eina ábyrgd at verja hetta umhvørvi. Leikluturin hjá myndugleikunum er neyðturviliga ikki tann sami sum tann hjá oljufeløgunum. Men hvørja uppgávu og ábyrgd vit enn umsita, so fáa vit ikki útint hana til fulnar, hava vit ikki neyðugu vitanina og hugburðin til at skilja umhvørvið, har virksemi skal fara í gongd.

Eyðun Elttør vísti á, at tað var við hesum tørvi fyri eyga, at GEM varð sett á stovn, nevniliga fyri at savna upplýsingar av føroyska umhvørvinum, sum so aftur skal gera tað møguligt hjá oljufeløgunum at taka tey neyðugu trygdar- og umhvørvisligu fyrilitini fyri at kunna bora í føroyskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin takkaði øllum, sum hava havt tilknýti til GEM-arbeiðið, fyri at hava livað upp til hetta mál.