Ráðstevna
Hóast oljuleitingin við Føroyar er í einum aldudalu í løtuni og í eini bíðistøðu, so vár kortini fitt av fólki komið til 3. Oljuráðstevnuna í Norðurlandahúsinum, sum Oljuvinnufelagið skipar fyri. Tað var Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum, sum setti ráðstevnuna og beyð føroyingum og útlendingum vælkomin. Hann fegnaðist um, at ráðstevnan varð vorðin ein fastur táttur á hvørjum árið og vónaði, at hon var komin fyri at vera. Hann helt tað vera neyðugt at steðga á við eitt slíkt høvi og hyggja at, hvat er komið burtur úr, hvar vit standa í løtuni og hvar leiðin gongur, hvat vit ætla.
Herálvur Joensen, aðalstjóri í oljumálaráðnum greiddi síðani frá komandi útbjóðing. Um umleið tvær viku verður greitt, hvørji feløg hava nominerað teigar á landgrunninum. Sum skilst eru fleiri av størri oljufeløgunum sinnað til at vera við í eini komandi útbjóðing. Tað áhugaverda verður so eisini at frætta, hvørji ?smærri? oljufeløg kundu hugsað sær at verið partnarar hjá størri oljufeløgum, sum kunnu hugsa sær at vera fyristøðufeløg, operatørar í eini nýggjari rundu. Hugsandi er at eitt felag sum ChevronTexaco, sum var við í fyrstu útbjóðing men ikki fekk leitiloyvi, verður við aftur og fer at bjóða uppá teigar norðanfyri tætt upp at markinum. Sama felag hevur teigar í bretskum øki fyri norðan og eisini tætt upp at markinum.
Craig MC Kenzie frá BP greiddi síðani frá arbeiðinum í Norðsjónum. Um føroyska landgrunnin segði hann m.a. at alt tað føroyska økið er sera komplext og tað krevur tí drúgvar kanningar at finna rætta staðið at bora á. Hann helt fyri, at BP vildi fyrireika seg væl, áðrenn tað fór undir aftur at bora við Føroyar, tí felagið ynskti ikki at bara á skeivum stað enn einaferð. Eftir tað greiddi Wilhelm Petersen stjóri í Atlants Kolvetni frá arbeiðinum og ætlanunum hjá felagnum í bretskum øki serliga. Hann legði dent á at felagið umframt at vera við í oljuleiting eisini vildi vera eitt framleiðandi felag í bretskum øki.
Seinasti fyrilestrarhaldarin fyrrapartin í gj ár var Jeremy Cresswell frá skotska blaðnum Press and Journal. Hann helt fyri, at tað er sera óheppið fyri Atlantsmótið, at oljufeløgini ikki leggja fram allar upplýsingar um sítt arbeiði. Hann helt, at alt ov nógv verður ?dult? fyri almenninginum og at tað skaddi oljutilgongdina.
Seinnapartin í gjár skuldi ma. Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfrøðissavninum tosa um basaltavbjóðingar eins og Gareth Allinson frá Statoil.