Musharaf leggur frá sær

Pakistanski forsetin, Pervez Musharaf, boðar nú frá, at hann leggur frá sær sum forseti Avgerðin hjá Pervez Musharaf er ein avleiðing av, at landsins stjórn hevur samtykt at leggja ríkisrættarsak ímóti honum.

Musharaf, sum var ovasti fyri pakistonsku hermegini í fleiri ár, er ikki so væl umtóktur millum sínar landsmenn longur. Nógvir pakistanar halda, at hann hevur verið í lummanum hjá amerikanarunum í bardaganum ímóti yvirgangi.

-Eg fari seinni í dag at lata tingformanninum mína umsókn um at verða loystur úr embætinum, segði Musharaf í pakistanska sjónvarpinum fyrrapartin.