Í fleiri ár hevur verið arbeitt við ætlanini um at byggja musikkskúlanum egið hús, men tað hevur drigið út við koma í gongd við at byggja.
Orsøkin er ikki illvilji frá kommununi, og peningur er eisini settur av, men tað eru aðrar forðingar.
- Eg eri líka ótolin sum tey í skúlanum, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini og bygginevndini fyri skúlan.
Tórshavnar Musikkskúli hevur øll árini húsast undir sera vánaligum umstøðum. Nú heldur hann til i fleiri ymiskum hølum í býnum.
Ymiskar ætlanir hava verið um at byggja skúlanum hús. Í 2005 varð arbeitt við eini ætlan um at byggja musikkskúla á Skálatrøð, men sum fleiri aðrar ætlanir fyri Skálatrøð, datt tann ætlanin niðurfyri.
Seinni kom í at byggja í Sortudíki, eystan fyri Norðurlandahúsið. Kommunan eigur økið.
Øll samd
Hesa ætlan hevur býráðið alla tíðina verið við uppá, og á fíggjarætlanini er peningur settur av til projektering, útbjóðing o.a.
Men einki er hent enn.
Hevði gingið sum ætlað varð tað arbeiðið byrjað longu í fjør. Men seinasta hálva árið hevur málið ferðast millum teknisku deild býráðsins og friðingarmyndugleikarnar. Yvifriðingarnevndin fer at hava fund um málið seinni í mánaðinum.
Økið, sum ætlanin er at byggja á, er ikki friðað, men friðað øki liggur uppat tí økinum.
Peder Riis-Jensen umboðar bólkin av fólki, sum royna at streingja á fyri at fáa musikkskúlan bygdan.
- Í okkara verð er tað reint juristarí, at einki hendir, sigur hann.