Skaðar, ið standast av støðugum telduarbeiði, eru ikki viðurkendir arbeiðsskaðar enn hóast fleiri og fleiri fáa trupulleikar av hesum arbeiði. Fyribrigdið er so mikið ungt, at lítil skjalfesting finst. Sviiar eru av álvara farnir undir at granska arbeiðsumhvørvið, og danir arbeiða saman við svium í einum ES-netverki, sum eisini fatar um granskingarstovnar í Italia og Sweits. Danski Arbeiðsumhvørvisstovnurin skal eisini í holt við at granska músaskaðar og onnur árin av telduarbeiði og hevur fingið 11 mill. krónur játtaðar til endamálið . Byrjað verður í juni og verkætlanin er væntandi liðug í juli ár 2001.
Nú peningur er játtaðar til gransking, eru útlit fyri, at viðurkenningin av músaskaða sum arbeiðsskaða er ávegis. Í næstum verður músaskaðin, ið á fakmáli eitur RSI ? Repetetive Strain Injurie, lagdur fyri Erhvervssygdomsskadelsesudvalget í Danmark.
? Eg rokni við, at skaðin verður viðurkendur. Í mun til aðrar skaðar í rørslulagnum, sum standast av arbeiðsumhvørvinum, meti eg, at tað verður lutfalsliga lættari at ávísa skaðar av telduarbeiði, sigur Pál Weihe, stjóri á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Fyribyrging
Teldan er ivaleyst eitt hitt mest nýtta arbeiðstólið í dag. Hon er á øllum arbeiðsplássum, í nógvum heimum og er av álvara á veg inn í allar skúlarnar í Føroyum. Vanligt telduarbeiði, sum eitt nú skrivstovuarbeiði, har tú situr framman fyri telduni dagin langan og ger sama arbeiðið við lítlari og ongari variasjón, kann geva tær støðuga pínu í øksl, arm, alboga, handlið, fremstafingur og tummil.
? Teldan er eitt gott dømi um, at støðugt arbeiði við fáum rørslum er av tí ónda. Tí er sjálvandi umráðandi, at fólk verða greið yvir, at tað ber til at brúka knappaborðið í nógv størri mun. Annars eru skaðar í rørslulagnum ógvuliga truplir at viðurkenna, tí tað kunnu vera so nógv viðurskifti, ið spæla inn, sigur Pál Weihe.
Vanligu músaskaðarnir vísa seg við, at fólk hava ilt í høvdinum ella ilt í nakkanum. Fólk gera ikki vart við seg, fyrr enn tað er komið hartil, at tey ikki eru pínuleys í frítíðini. Og tá tosa vit um arbeiðsskaða.
Ein varandi loysn er hinvegin, at ein og hvør innrættar sær arbeiðshølið eftir egnum tørvi og har eru nógvar loysnir. Tað ber eisini til at broyta arbeiðið hjá tær, so tað ikki alla tíðina verður tað sama. Mest umráðandi av øllum er, at tú avmarkar nýtsluna av músini, tí ongar arbeiðsstøður eru so góðar, at tú kanst sita fleiri samanhangandi tímar uttan at fáa trupulleikar.
Kent fyribrigdi
Av tí, at skaðar av telduarbeiði ikki eru viðurkendir sum arbeiðsskaðar enn ber ikki til at fáa endurgjald frá arbeiðsplássinum, um ein hevur fingið varandi skaða.
? Vit skráseta ikki fólk, ið fáa trupulleikar av telduarbeiði, men tað er eitt vælkent fyribrigdi í Føroyum og vit vita um, at tað eru heilt nógv fólk, ið hava trupulleikar av hesum slag, sigur Hanna á Reynatúgvu, ergonomur ráðgevi hjá Arbeiðseftirlitinum.
Nær teldu- ella músaskaði kemur á listan yvir viðurkendar arbeiðsskaðar er ilt at meta um. Lógarverkið í Føroyum er ikki til reiðar at viðgera slíkar skaðar og at áseta tryggingarviðbøtur, men tá ið viðurkenningin er komin uppá pláss, kann hugsast at farið verður undir tað arbeiðið.
Granskað verður nú innan músaskaðar og aðra ávirkan av skíggjaarbeiði. Pál Weihe, stjóri á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu metir ikki, at børnini eru í serliga stórum vanda fyri at fáa trupulleikar av at sita nógv framman fyri telduni, nú teldan av álvara er á veg inn í hvønn skúla og hvørt heim. Savnsmynd: Jens Kr. Vang.