Eitt av mest ítøkiligu átøkunum er, at mvg skal afturberast, tá nýggir bústaðir verða bygdir.
Tað var eitt av greiðastu politisku boðunum hjá løgmanni í ólavsøkurøðuni.
Hann segði, at ov nógv kenna, at leiðin til egnan bústað er ov long og tung, og at tað ikki bara rakar tey ungu, men alt samfelagið.
– Tá ið fólk ikki fáa sett búgv, verður eisini torførari at stovna familju og skapa eina framtíð her í Føroyum, segði løgmaður.
Landsstýrið fer tí at seta fleiri átøk í verk. Umframt at mvg verður afturborið, skal viðgerðin av matrikkuleringarmálum styttast, byggisamtyktir skulu frameftir bara góðkennast av kommununum, og bygningskunngerðin skal endurskoðast.
Somuleiðis verður arbeitt við at seta á stovn ein bústaðagrunn, sum skal lætta um fíggingina hjá teimum, ið keypa ella byggja sín fyrsta bústað.
Løgmaður upplýsti eisini, at fyrstu stigini nú verða tikin til at byggja eitt nýtt lestrarheim við hundraðtals íbúðum.











