Mylluarmar til gullið

Tá Elspa Mørkøre fyrst visti, at restin av feltinum var aftanfyri, fóru armarnir bara at mala

Tveir tíggjundapartar av einum sekundi vórðu skornir burtur, tá Elspa Mørkøre setti persónligt, føroyskt og oyggjaleikamet á 100 metra teininunm í rygg.

At síggja til, so hevði Elspa Mørkøre fult tamarhald á kappingini allan vegin.

- Eg sá tær alla tíðina aftan fyri meg, og so fóru armarnir bara runt – fusj, fusj, fusj, flenti hon.

Talan var um triðju finaluna og fjórða heiðursmerkið, sum Føroyar vunnu hetta kvøldið, og tí var skilligt, at adrenalinið hjá svimjarunum veruliga var komið í kroppin.

Í øllum førum ivaðist Elspa ikki tað allarminsta, tá hon varð spurd, hvørt hetta fór at verða stílurin restina av kvøldinum.

- yes, tað verður tað. Ikki minst verður spennandi at vita, hvørt báðar stafettirnar kunnu vinna gull, helt hon.