Myndir og video frá sólarmyrkingini í Havn

Hóast tað ikki klárnaði í Havn í kvøld, tá sólarmyrkningin var, tóku tey á Veðurstovu Føroya eina røð av myndum, ið vísa, hvussu nógv tað skýmdi hesa løtuna.

Tað skrivar Veðurstova Føroya:

 

– Fitt av  fólki var komið á gátt á Veðurstovuni til tiltakið í kvøld, og hetta fegnast vit um. 

 

– Tiltakið í Klaksvík varð flutt til Viðareiðis, tí har vóru betri líkindi.

 

Til tiltakið á Viðareiði kom enn meir fólk enn í Havn, og har vóru fleiri klárar løtur, so har fingu fólk nógv burturúr.

 

– Vit vænta at kunna leggja inn myndir haðani seinni, skrivar Veðurstovan.

 

##med2##

 

##med3##

 

Timelapse (500x)

 

Trýst á myndina fyri at síggja film, sum Veðurstova Føroya tók av sólarmyrkingini í kvøld