Fotografurin og grafikkarin, Ingi Joensen, hevur givið nýggja myndlistabók út, Stakkar.
Bókin tekur støði í einum túri, tá fari var at fleyga fugl vestan fyri Sumba summarið 1982.
Ingi fylgdi sumbingum í bjørgunum við myndatóli og bandupptakara.
Nú, meira enn 40 ár seinni, fáa myndirnar nýtt lív í bókini, Stakkar, sum er ein myndlistafrásøgn um menniskju, arbeiði, felagsskap og eina føroyska siðvenju, sum hoyrir einari aðrari tíð til.
Í sambandi við Ólavsøkuframsýningina, sum letur upp Ólavsøkudag 28. juli kl. 15.00, fer Ingi Joensen at sýna fram myndir úr nýggju bókini.
Stakkar
Summarið 1982 fór Ingi Joensen við sumbingum í bjørgini vestan fyri Sumba. Fari var eftir lundapisu og Ingi fór við og hevði myndatólið á økslini.
Við sær hevði hann eisini ein bandupptakara, sum hann hevði lænt frá Kringvarpinum.
Endamálið var ikki bara at varðveita tað, hann sá, men eisini tað, hann hoyrdi: rópini millum menninar, vindin, brimið og orðini, sum hoyrdu arbeiðinum og degnum til – og ikki minst sumbingunum.
Úr tilfarinum varð seinni gjørd ein ljósmyndaframsýning í Listasavni Føroya. Har vórðu myndirnar settar saman við upprunaligu ljóðupptøkunum úr bjørgunum og tónleiki, sum Johannus á Rógvi skrivaði serliga til framsýningina.
Meira enn fýra áratíggju seinni hevur Ingi Joensen nú vent aftur til tilfarið.
Ein afturvending til eina tíð, sum enn livir í myndunum.
Stakkar er ikki bara ein bók um lívið í bjørgunum, tá fari verður eftir lundapisum. Í miðdeplinum eru menniskjuni og samskifti teirra millum. Arbeiðið, felagsskapurin og virðingin fyri náttúruni.
Myndirnar varðveita løtur úr einari tíð, tá lívið í bjørgunum enn var ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum.
„Stakkar er ein afturvending til ein dag, sum enn livir í myndunum.“
– Ingi Joensen
Tað, sum í 1982 var ein samtíðarlig fotografisk lýsing av einum degi í bjørgunum, hevur í dag eisini fingið søguligt virði. Myndirnar varðveita eina siðvenju, eitt arbeiðslív og hvussu fari varð út í náttúruna, men vísa eisini á, at nógv er broytt hesi 40 árini.
Samstundis bera tær eyðkenda myndamálið hjá Inga Joensen, har kompositión, ljós, formar og grafiskar linjur hava stóran týdning.
Fotolist í meira enn hálva øld Ingi Joensen er útbúgvin á Danmarks Designskole og flutti fyrst í 1980'unum aftur til Føroya, har hann stovnaði egið grafiskt virki.
Sum grafikkari og designari hevur hann gjøgnum árini lagt eina ørgrynnu av føroyskum bókum og prentlutum til rættis. Samstundis hevur hann í meira enn 50 ár arbeitt við myndlist, design, video, lýsingum, bókapermum, grafiskum uppgávum osfr.
Hann er serliga kendur fyri sítt minimalistiska og grafiska myndamál, ofta í svørt-hvítum.
Menniskju eru ikki altíð sjónlig í verkunum, og rúmið, landslagið, linjurnar og tað, sum ikki verður sagt beinleiðis, fáa ofta stóran leiklut.
Ingi Joensen hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og uttanlands, og Listasavn Føroya eigur fleiri av verkum hansara.
Hann hevur áður givið út fotobøkur sum Reflektión frá 1992 og Støð - Støður við teksti eftir Gunnar Hoydal frá 2007. Í 2015 hevði hann framsýningina Í Kerinum 40 í Norðurlandahúsinum, og seinni kom myndlistabókin Less is North.
Stakkar verður við á Ólavsøkuframsýningini.
Á Ólavsøkuframsýningini í ár verður høvi at síggja eina røð av myndunum úr Stakkar.
Framsýningin letur upp 28. juli kl. 15.00.











