Presturin í einari kirkju í lítla býnum Neosho í amerikanska statinum Missouri var komin hálva leið við guðstænastuni, tá ein vápnaður maður tók prest og hini 24, sum vóru í kirkjuni, gíslar.
Tað eydnaðist løgregluni at tosa mannin til sættis, men áðrenn hann gav seg yvir, hevði hann skotið tann 44 ára gamla prestin Kerral Rehobson og tvey onnur fólk so meint, at tey doyðu av løstunum. Fimm onnur fólk vórðu særd.
Løgreglan í Missouri sigur, at byrsumaðurin var í ætt við fleiri av hinum, sum vóru í kirkjuni, men meiri vil løgreglan ikki siga. Fjølmiðlar í Missouri siga, at tað eru yvirhøvur fólk, sum eru ættað av smáum oyggjum í Kyrrahavinum, sum brúka ta lítlu kirkjuna.