Nú byrjar arbeiðið í Klaksvík

Nú er klárt at fara undir arbeiðið at leingja atløgubryggjuna við Klaksvíkar Sleipistøð.

Tað er greitt eftir at Klaksvíkar Býráð hevur skrivað undir sáttmála við byggifelagið, Kanjon, um at gera arbeiðið.

Kanjon hevði lægsta boð upp á arbeiðið og nú er so sáttmálið skrivaður.

Talan eru um eina verkætlan, sum fer at knýta bryggjuna við Sleipistøðina og Kósabryggjuna saman, sigur Klaksvíkar Býráð.

Nýggja bryggjan verður 57 metrar long, og dýpið fram við bryggjuni verður millum 6 og 7 metrar.

Tá ið arbeiðið er liðugt í september, verður bryggjan við Sleipistøðina og Kósavirkið einar 360 metrar long, og dýpið verður ímillum 6 og 9 metrar.

Tilsamans er talan um eina verkætlan, sum kostar 6,7 milliónir krónur og arbeiðið, Kanjon skal gera, kostar einar 4,3 milliónir krónur.