Erling Fles, sum skoraði avgerandi málið í Klaksvík leygardagin, hevur at kalla als ikki spælt fótbólt seinasta árið ella so.
Málið í Klaksvík var hansara fyrsta í Formula-deildini í ár, og tí var lagið sjálvandi eisini gott, tá tosið fellur inn á dystin.
- Tað hevur jú ikki verið serliga stuttligt við somikið drúgvum skaðasteðgi. Verður sæð burtur frá onkrum einstøkum dystum í 1. deild, var fyrsti dysturin hjá mær, tá vit spældu móti ÍF fyri tveimum vikum síðani. Og so er tað sjálvandi stuttligt, tá mítt avrik ger ein mun, so sum tað gjørdi í gjár, heldur hann.
Sigurin ber eisini við sær, at KÍ nú av álvara aftur er við í stríðnum um heiðursmerki. Meistararnir úr B36 hava nú tapt tveir landskappingardystir á rað, og við bara einum stigi upp til bronsuna, er tí náttúrligt, at klaksvíkingar medda høgt.
- Vit hava jú enn Europa at spæla um. Her verður minsta kravið eitt fjórða pláss, men sjálvandi kunnu vit eisini smoyggja okkum beinleiðis gjøgnum steypakappingina. Har hava vit í øllum førum góð kort undan seinnu hálvfinaluni, og tí hevur hetta helst fremstu raðfesting her og nú. Men vit vilja samstundis stríðast av ølum alvi seinastu umførini í landskappingini. Í øllum førum er hetta munandi meira hugaligt, um sammett verður við kappingina í fjør, tá vit stóran part av árinum vóru við í botnstríðnum.