Nú er opið niður til strikuna

Enn eina ferð varð staðfest, at tað gongst illa hjá føroysku spælarunum at vinna sær fast pláss í Fremad Amager

DANMARK 1. DEILD

Tað resta fimm umfør í næstbestu donsku deildini, og nú er farið at lýsna hjá Fremad Amager, meðan tað framvegis sær minni gott út hjá Vejle. Tey bæði føroysku feløgini hittust í Sundby Idrætspark sunnudagin. Fremad Amager vann 1?0. Málið fingu teir, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Málið skoraði ein, sum eitur Ali Riza Salci.
Tá ið Fremad Amager skoraði sigursmálið, vóru tveir føroyingar á vøllinum. Millum teir fyrstu ellivu var Jann Ingi Petersen. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Andrew av Fløtum varð skiftur inn fyri annan álopsspælaran, tá ið tað restaðu 25 minuttir, og Hjalgrím Elttør kom á vøllin fyri hin álopsmannin, tá ið tað restaðu trettan minuttir.
Vejle er triði niðast og harvið undir strikuni við 21 stigum, og Fremad Amager hevur 27 stig.
B93, sum er fjórði niðast, hevði vitjan av oddaliðnum, Silkeborg. Gestirnir vunnu 3?1, og nú skal vilja heilt illa til, um Silkeborg, sum flutti niður fyri einum ári síðani, ikki eftir summarsteðgin aftur fer at kappast í superliguni.
Tað styrkti um støðuna hjá Silkeborg, at Johan B. Hansen og Horsens ikki megnaðu meiri enn málleysan javnleik á heimavølli ímóti Køge. 2.165 áskoðarar vóru vónbrotnir, men venjarin, fyrrverandli landsliðsspælarin Kent Nielsen, sigur seg framvegis rokna við, at Horsens hevur góðar møguleikar at flyta upp. Við 3?1 sigri á heimavølli ímóti FC Nordjylland flutti Randers fram á næstfyrsta plássið. Horsens venjarin heldur, at skráin hjá Randers er torførari, enn hon er hjá hansara liði.
Í Nykøbing á Falster legði botnliðið B1913 úr Odense rygg til 5?1 tap. Næstaftasta FC Aarhus vann 3?2 á heimavølli ímóti Fredericia, og Brønshøj lyfti seg upp á fimti aftasta plássið, tá ið teir á heimavølli vunnu við ikki minni enn 6?1 á Skjold, sum var komið av Eysturbrúgv og út á Tingbjerg stadion.