Nú eru veidd 113.200 tons av makreli

Jóhan Simonsen á Fiskiveiðieftirlitinum sigur, at nýggjastu tølini hjá stovninum siga, at samlaða makrelveiðan í føroyskum sjógvi higartil í ár er komin upp á stívliga 113.000 tons.

- Føroysk skip hava fiskað 98.700 tons, russisk skip 12.217, og íslendsk skip hava fiskað 2.273 tons. Hetta gevur umleið 113.200 tons tilsamans, sigur hann við Portalin.

Tey stóru nótaskipini fáa framvegis makrel í økinum, sum liggur eystur móti fiskimarkinum til ES-sjógv.

- Í gjár fingu onkur skip hampiliga væl av makreli, men enn vita vit ikki, hvussu dagurin í dag hevur vignast, sigur hann.

Verksmiðjuskipið Norðborg hevur júst verið inni og landað og er farin nýggjan túr eystur á leiðina, har makrelur framvegis er at fáa í føroyskum sjógvi.

- Um hesa tiðina í fjør var eingin makrelveiða í føroyskum sjógvi, sigur Jóhan Simonsen á Fiskiveiðieftirlitinum.