Um alt gongur, sum Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ætlar, so fáa allir nýføðingar framyvir eina vøggugávu frá tí almenna. Í røðu í samband við konsertina hjá Symfoniorkestrinum í Norðurlandahúsinum í gjár, boðaði landsstýriskvinnan nevniliga frá, at hon er farin í holt við at fyrireika útgávu av Barnasangbók Føroya, sum ætlandi skal latast øllum nýføðingum í vøggugávu. Tað skrivar mmr.fo.
- Ætlanin er at gera eina Føroya Fólks sangbók til Føroya børn. Eina sangbók við einum breiðum úrvali úr okkara stóra barnasangskatti. Tað hevur óteljandi góð árin, tá vit syngja fyri og við okkara børnum – bæði fyri barnið og fyri tann vaksna, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, við mmr.fo, og heldur fram.
- Øll, sum eru um barnið, kunnu syngja saman við tí. Tað krevur bara eina friðarliga stund og fullkomna nærveru - og so at vit hava nakrar góðar sangir at syngja saman.
Mentamálaráðið skrivar, at hugskotið til Barnasangbók Føroya birtist undir einum hugaroki um átøk, sum kunnu gerast fyri at fremja málmenninga hjá børnum.
- Børn skulu hava føroyska málið og okkara dýrabara sangskatt við longu frá føðing, ja, helst longu í móðurlívi. Sangur er eitt týðandi amboð í persónligu, sosialu og málsligu menningini, og sangirnar, sum børnini læra, meðan tey eru smá, minnast tey restina av lívinum. Harumframt er okkara felags sangskattur ein týðandi savningarmegi fyri okkum sum land og fólk. Tað er av sonnum ein góð og týdningarmikil vøggugáva at fáa, sigur landsstýriskvinnan, Rigmor Dam.