Í februar mánað vóru tað 570 fólk, sum eru meiri ella minni arbeiðsleys í Føroyum. Tað vísir ein uppgerð hjá hagstovuni og tey siga, at tað svarar til, at 470 fólk eru fulltíðararbeiðsleys. Sostatt var arbeiðsloysið í Føroyum 1,6 prosent í februar. Í Februar í fjør var arbeiðsloysið 1,3 prosent.
Hagstovan sigur, at hesa seinastu tíðina hevur støðan verið tann, at arbeiðsloysið stendur í stað, tí nú hvørki hækkar, ella lækkar tað. Men støðan er nógv minkað, tí fyri tíggju árum síðani var arbeiðsloysið heili 8,1 prosent.
Men gongdin vísir eisini at munurin ímillum kynini eru minkaður rættiliga nógv. Nakað síðani vóru nógv fleir kvinnur arbeiðsleysar enn tað vóru menn, men nú er at kalla púra eingin munur á, tí arbeiðsloysið hjá monnum er 1,6 prosent og hjá kvinnum er tað 1,5 prosent, men tað er ikki so langt síðani, at munurin var yvir tvey prosent.
Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er nakað av muni á, hvussu hart tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi. Í februar var arbeiðsloysið minst í Norðoyggjum, har var tað eitt prosent og í Eysturoy var tað 1,1 prosent.
Í Suðuroy var arbeiðloysið størst, tí har var tað 2,6 prosent í februar. Men hóast tað er hægst í Suðuroy, er arbeiðsloysið har minkað munandi hægri, tí fyri einum sløkum árið síðani var tað yvir seks prosent.