Ónøgd við skúlabuss og ætlanir um útibarnagarð.

Á Hvítanesi eru tey ikki glað fyri ætlanirnar um ein útibarnagarð í skúlanum, tí ferðsluviðurskiftini eru út av lagi og børn eru yvirkoyrd. Eisini er trupult hjá skúlabørnum á Hvítanesi at sleppa heim úr skúlanum í Hoyvík, tí bussfarleiðin er sera ólagalig

Á Hvítanesi hava tey seinastu 30 árini havt trupulleikar av, at sera trupult hevur verið hjá børnum at sleppa heim, eftir loknan skúladag í skúlanum í Hoyvík.

Soleiðis er støðan enn. Vanligt er aðrastaðni í býnum, at skúlabørn hava bussfarleið heim. T.d. á Norðastahorni og í Svanga, men hetta hevur at gera við ávísa frástøðu, ið tey búgva frá skúlanum.

Á Hvítanesi mugu børnini heim við býbussi. Hesin koyrdi áður framvið skúlanum við Vegin Langa og sneiddi oman á Hvítanes. Tað ger hann ikki longur og børnini mugu oman eftir Mannbrekku og yvir um vegin, ið er ein av ferðslutyngstu vegum í landinum.

Annar trupulleiki er, at við skýlið uppi á Hvítanesi er loyvi at koyra 80 km/t framvið og tað er komið fyri meira enn einaferð, at børn eru yvirkoyrd .

Ein mamma á Hvítanesi, sum vit hava prátað við sigur, at ætlanir og lyfti hava verið um eina sonevnda viadukt, ella tunnil undir vegin, men enn er einki hent og hetta er landsmál.


Útibarnagarð

Mikukvøldið var fundur á Hvítanesi, har borgarar og umboð úr Tórshavnar Býráð vóru til staðar.

Býráðið í Havn hevur nevniliga ætlanir um ein útbarnagarð í skúlanum á Hvítanesi.

Men eftir tí, ið frættist av Hvítanesi, so eru tey ikki trygg við hesar ætlanir, so longi sum ferðsluviðurskiftini eru, sum tey eru í dag.

Hóast tey á Hvítanesi kundu ynskt sær útibarnagarð, so eru tey ikki trygg við støðuna, sum nú er.


Landsmál

Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn sigur, at tað kom fram á fundinum, at tey eru ikki trygg við ferðluviðurskiftini á Hvítnesi. Men hann váttar samstundis, at hesin trupulleikin er ikki nýggjur.

Hann sigur, at Býráðið hevur tingast við Landsverkfrøðingin um eina viadukt. Trupulleikin er, at har hava tey eina ov lítla játtan til trygdarábøtur og mugu raðfesta. Og ein viadukt er ikki fammaliga, eftir tí, sum býráðsfomaðurin hevur fingið at vita.

Talan er sostatt um landsveg og landsmál. Tí hevur býráðið heitt á borgarar á Hvítanesi, um at venda sær til politikarar í Suðurstreymi, fyri at fáa teir at gera sína ávirkan galdandi.

Býráðið sjálvt skrivar eisini bræv, sum skal sendast til politikarar í Suðurstreymi, og har Býráðið heitir á teir um at gera sína ávirkan galdandi. (Sí aðrastaðni í blaðnum).

- Ímeðan kanna vit, um busskoyringin kann umleggjast, so viðurskiftini verða trygg hjá skúlabørnunum komandi skúlaár, sigur Leivur Hansen.

Hann sigur eisini, at ætlanirnar um útibarnagarð eru so háttaðar, at talan skal fyrst vera um eitt royndarár. Hann er vísur í, at borgarar á Hvítanesi, Landsverkfrøðingurin og Býráðið finna eina loysn á trupulleikunum, so øll verða nøgd.

- Talan er um rímulig ynski frá borgarunum á Hvítanesi, sum vit fara at lurta eftir, sigur býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen.