##med2##
Fyrrverandi B36-formaðurin, Rúni Herup Olsen var fyrr í dag valdur til nýggjan starvsnevndarlim í FSF.
Til nevndarvalið fekk Róin Schrøter 36 atkvøður, Rúni Herup Olsen 22 atkvøður og Fríðin Ziskason 24 atkvøður. Róin og Fríðin eru sostatt afturvaldir.
Oddmar Selfoss og Kenneth Hovgaard eru valdir sum eykalimir.
Christian F. Andreasen var endurvaldur til FSF-forseta uttan mótvalevni.
Nýggi starvsnevndarlimurin, Rúni Herup Olsen undirstrikar, at hann fer at virka fyri øll limafeløgini í FSF. Hann fer ikki at lova gull og grønar skógir, men fara at gera sítt ítarsta til frama fyri føroyskan fótbólt.
Rúni Herup Olsen heldur, at drúgvu umsitingarligu royndirnir hann hevur fara at koma honum til góðar í starvsnevndini hjá FSF.
Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1 og in.fo, Tróndur Arge gjørdi við Rúna Herup Olsen seinnapartin í dag.
HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við endurvalda FSF-forsetan, Christian F. Andreasen.