Samferðsla
Tað dregur út hjá landsstýrinum at taka støðu til, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal síggja út.
Í øllum førum er tað rættiliga óvist um tann nýggi Smyrilin verður tað skipið, sum nevndin hjá Strandferðsluni, ið hevur fyrireikað byggingina, hevur mælt til.
Í nevndini hjá Strandferðsluni, sum fyrireikar byggingina, hava eisini umboð fyri kommunurnar og vinnulívið í Suðuroynni, sitið.
Eftir at nevndin hevur arbeitt við málinum í meiri enn eitt ár, hevur Strandferðslan lagt eitt tilmælið fyri landsstýrismannin í Vinnumálum, Bjarna Djurholm, um, hvat skip skal byggast.
Hvørki Strandferðslan, ella landsstýrismaðurin í vinnumálum, vilja siga nakað um, hvat skip mælt verður til at byggja.
Men tað skilst á ymsum keldum, at Strandferðslan hevur hugsað nógv um, at tað skal bera til at fáa túratalið upp, tí júst túratalið verður mett at hava avgerðandi týdning fyri livilíkindini í Suðuroynni framyvir.
Tí er tilmælið til Bjarna Djurholm, at byggjast skal eitt skip, ið siglur 21 míl. Eitt slíkt skip kann sigla upp til fýra ferðir ímillum Havnina og Suðuroynna um dagin, um tað skuldi blivið neyðugt.
Men tað er eisini soleiðis við skipum, at skal sum mest fáast burturúr, er støddin rættiliga neyvt tengd at ferðini, skipið skal sigla. Og eitt skip, sum siglur 21míl, verður góðar 130 metrar langt. Eitt slíkt skip kostar 300 milliónir krónur.
Øll hava tó ikki verið so fegin um hetta uppskotið og tí er Strandferðslan biðin um at gera fleiri uppskot um skip í ymsum støddum.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vil ikki siga, hvat tilmælið hann hevur lagt fyri landsstýrið. Men keldur hava upplýst fyri okkum, at hann hevur mælt landsstýrinum til at byggja eitt skip, sum siglur 19 míl og sum er einar 115 metrar langt. Eitt slíkt skip kostar um 275 milliónir.
Málið hevur nú ligið í landsstýrinum í einar tríggjar vikur, men enn er ongin avgerð tikin.
Ongin vil siga nakað serligt um málið, men tað skilst á øllum brøgdum, at landsstýrislimir eru ójavnir á málið um, hvat skip skal byggjast.Tí er tað rættiliga óvist, hvussu skipið fer at síggja út.
Teir suðuroyingarnir, sum hava sitið í fyrireikingarnevndini, hava sett rættiliga hart uppá, at skipið, sum skal byggjast, skal vera tað, sum Strandferðslan hevur mælt til.
Teir síggja hetta nýggja skipið sum lívæðrin a hjá Suðuroyingum og teir halda, at tað er altavgerandi at hava eitt skip, sum lyftir samferðsluna til meginøkið upp á eitt væl hægri støði, enn hon nú er á.
Og sum ein av nevnarlimunum, Viberg Sørensen á Tvøroyri segði.
? Vit hava longu eitt skip, sum kann sigla 19 míl. Tað er ongin orsøk at byggja eitt afturat.