Nýggi Smyril skal einskiljast

? Fyri at fáa so góða nyttu sum gjørligt burturúr nýggja Smyrli, eigur hann at verða tikin burturúr Strandferðsluni, heldur samferðslubólkurin í Suðuroy

Suðuroyarsiglingin

Nýggi Smyril eigur at verða einskildur.
Tað heldur samferðslubólkurin í Suðuroynni.
Á evnisdegnum í Øravík leygardagin um samferðsluviðurskiftini í Suðuroy, segði Jacob Vestergaard, at samferðslubólkurin í Suðuroy, er komin til ta niðurstøðu, at besti mátin at gagnnýta nýggja Smyril uppá, er at taka hann burturúr Strandferðsluni og at einskilja hann.
Jacob Vestergaard, sum er talsmaður hjá samferðslubólkinum, helt, at nýggi Smyril sera nógvar møguleikar í sær.
? Sum leikmaður, dugi eg sjálvtsagt ikki at síggja allar teir møguleikarnar nýggi Smyril gevur okkum. Men hjá professionellum fólki, eigur tað at verða sera áhugaverd uppgáva og avbjóðing at fara í gongd við helt hann.

P/F Suðurleiðin
Spurningurin er so, hvussu vit best útnytta hesar møguleikarnar?
? Samferðslubólkurin hevur viðgjørt hetta og er komin til tað niðurstøðu, at uppgávan hjá nýggja Smyrli best verður røkt í einum partafelag, P/F Suðuroyarleiðini, segði hann.
Í hesum sambandi nevndi hann møguleikar at leggja nýggja Smyril í eitt alment partafelag.
? Er politiskur vilji til at leggja nýggja Smyril í eitt alment partafelag, hevði tað verið besta amboðið til at gagnnýtt tað stóra aktiv, sum nýggi Smyril er fyri Suðuroynna.
Hann vísti á, at Strandferðslan hevur til uppgávu at røkja flutning av ferðafólki og farmi ímillum Suðuroynna og Havnina skjótt og væl. Og har er hon dugnalig.
? Men onnur øki, liggja uttanfyri teirra arbeiðsøki. Og í hesum sambandi hevði P/F Suðuroyarleiðin, við heimstaði í Suðuroynni, alla tíðina vitað hvat rørdi seg í Suðuroynni og hvønn tørv suðuroyingar hava. Og eftir tí kundi felagið rikið nýggja Smyril.
Hann segði, at hetta er gongdin í londunum rundanum okum. Og hann helt eisini, at tær royndir, vit høvdu av hesum í Føroyum, hava verið góðar.
Hetta er eitt hugskot, sum samferðslubólkurin tekur í fullum álvara og sum hann fer at fyrireika seg so væl sum gjørligt til at fáa undirtøku fyri.
Bólkurin hevur nevnilig sett fakfólk til at arbeiða við ætlanunum um at leggja Smyril í eitt alment partafelag og koma við ymiskum uppskotum um, hvussu tað kann gerast.
Samstundis var hann greiður yvir, at alt hetta varð sjálvtsagt treytað av, at politiski mynduleikin tekur undir ætlanini.
?Men við at fyrireika ætlanina væl, vóna vit at politiski mynduleikin vísur okkum vælvild.
Talsmaðurin hjá samferðslubólkinum í Suðuroy segði, at enn var ov tíðliga at siga nakað um, hvussu P/F Suðuroyarleiðin kundi skipast sum best.
Men hann helt, at tað var ein fortreyt fyri at fáa eina skipan, sum er nóg smidlig til at uppgávan kann verða røkt til fulnar.

Liggja nærmast
Í hesum sambandi vísti Jacob Vestergaard eisini á, at á samferðsluøkinum henda sera nógvar broytingar.
? Tað er ikki tí ikki óhugsandi, at framtíðarflutningur millum Føroyar og meginlandið í Evropa, verður úr Suðuroy. Vit liggja næst og tíð er peningur. So skulu vit gera okkum vónir um at kappast á marknaðinum í Evropa, eitt nú við feskum fiskavørum, mugu vit hava so gott samband við meginlandið sum gjørligt.
? Umstøður eru í dag í Suðuroynni hjá stórum skipum sum Nørrønu at leggja at, bæði á Tvøroyri og í Vági, og við nýggja Smyrli eru ongir trupuleikar at føra allar tær neyðugu útflutningsvørurnar skjótt og gott til Suðuroynna, segði Jacob Vestergaard.