Nýggir sangir um Silva

Kári Jacobsen hevur skrivað fýra nýggjar sangir um Silva. Sangirnir fáast á fløgu, sum Norðoya Sparikassi fer at lata sínum yngstu kundum fyrst í desember

Um vikuskiftið vóru tríggir nýggir sangir um Silva at hoyra á sølustevnuni í Klaksvík. Silvi er maskotturin hjá Norðoya Sparikassa, og hann hevur longu fingið ein sang, sum hevur verið nógv at hoyrt.

Tað er Kári Jacobsen, sum ger tónleikin til Silva, og hann hevur skrivað og framleitt tríggjar nýggjar sangir. Hetta eru lættir poppsangir, sum eru skyldir við tann sangin, sum fólk kenna frammanundan. ?Eg veit ein raskan harudrong? er ein vælsvingandi discosangur, sum uttan iva fer at verða nógv spældur.


Kendur maður við

Umframt tríggjar nýggjar sangir, er eisini eitt sonevnt remix gjørt av Silva-sanginum. Og so finnast allir sangirnir í karokee-útgávu á fløguni. Til seinast er eisini ein video av Silva-sanginum, sum børnini kunnu síggja umvegis telduna.

Tað er Linda MacDonald, sum syngur sangirnar. Kári Jacobsen hevur saman við øðrum góðum fólki staðið fyri, spælt og ljóðblandað sangirnar.

Björn Engelmann hevur mastrað fløguna í Cutting Room í Stockholm. Hesin Engellmann er ikki hvør sum helst, tí hann hevur havt líknandi uppgávur fyri kenda poppbólkar sum til dømis Aqua.

Norðoya Sparikassi fer at lata sínum yngstu kundum fløguna frá fyrsta mánadegi í desember.