Á myspace síðuni hjá Høgna ber til at hoyra tvey løg av komandi útgávuni hjá Høgna. Á síðuni greiðir Høgni frá, at nýggja fløgan fær heitið “Hugafar á ferð”. Fløgan er sambært honum sjálvum eina ferð inn í heimin hjá einum ungum tónleikara, sum í gerandisdegnum er merktur av tørvinum at finna og skapa lítinum pettir av lívi.
Høgni hevur grund í klassiskum tónleiki, og hetta hoyrist aftur í bæði tónleikinum og í instrumenteringini.
Høgni hevur lagt tittullagið av fløguni Hugafar á Ferð á myspace profilin, umframt lagið Byurin við Ánna. Um hesi løg eru umboðandi fyri fløguna, so er talan um eitt slag av fólkatónleiki við íblástri frá tí klassiska. Hoyr løgini á myspace.com/hognireistrup