Høvuðsleiklutin hevur Kuno Becker, meðan amerikanski leikstjórin Danny Cannon hevur stjórnað filminum. Hann sigur, at munurin millum hendan og allar aðrar fótbóltsfilmar er, at hesaferð hava tað endiliga verið nógvir pengar at gera filmin fyri. FIFA er við í verkætlanini og vónar, at filmurin kann gera fótbóltsspælið enn meira populert kring heimin. Filmurin verður frumsýndur í Havnar Bio fríggjakvøldið.