Eina Andreasen er nú forkvinna í Ergoterapeutfelagnum
Ergoterapeutfelagið hevði aðalfund herfyri, og stóðu tá forkvinnan og tveir nevndarlimir fyri vali. Nývaldar í nevndini eru Vígdis Nolsøe og Eina Andreasen. Róhild Winther varð endurvald. Nýggja nevndin hevur nú skipað seg og sær soleiðis út: Eina Andreasen, forkvinna, Súna Mørk, næstforkvinna, Róhild Winther, nevndarlimur, Turið Jacobsen, nevndarlimur ogVigdis Nolsøe, nevndarlimur.
Hanna á Reynatúgvu hevur verið forkvinna, síðani fakfelagið varð stovnað fyri 25 árum síðani, og hevur gjørt eitt megnar arbeiði øll hesi árini. Tá var tað partur av danska Ergoterapeutfelagnum. Í 2005 valdu teir føroysku ergoterapeutarnir at stovna sítt sjálvstøðuga fakfelag, og hevur hetta givið felagnum betri fíggjarligar karmar. Hetta hevur eisini givið felagnum møguleika fyri m.a. at luttaka sum sjálvstøðugt felag, tá tey norðurlendsku ergoterapeutfeløgini møtast einaferð um ári í august. Í ár møtast feløgini í Íslandi, og í næsta ár møtast tey í Føroyum.
Ergoterapeutfelagið er eitt lítið fakfelag, men tað er vaksið nógv seinastu árini. Frá at vera 10 limir einaferð í 90-unum, eru nú 50 limir. Og talið er stútt vaksandi. Limirnir arbeiða innan nógv ymisk økir, men felags fyri teir allar er, at teir gera tað møguligt hjá borgaranum at liva eitt virkið lív, hóast sjúku ella brek.
Hesi seinastu árini hevur verið sera nógv tosað um týdningin av at vera kropsliga virkin, og nógv átøk hava verið. Nakað, sum eisini ávirkar heilsuna og lívsgóðskuna, er týdningurin av at hava eitt innihaldsríkt lív við uppgávum/aktivitetum, sum hava týdning fyri hvønn einstakan. Hetta er ikki minst galdandi, tá broytingar eru í lívinum, m.a. vegna elli og sjúku. Tá er neyðugt eftir tørvi at tillaga lívið og/ella umstøðurnar, so haldast kann áfram við at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag.
Ergoterapeutfelagið ynskir í framtíðini at seta fokus á júst hetta.