Eftir at stýrið fyri Atlantis hevur hugt í gjøgnum allar umsøkjararnar, er avgjørt at Oddur Olsen og Johnny Olsen, hava besta samlaða tilboðið uppá leiguna av Atlantis. Partarnir hava avgjørt ikki at upplýsa prísin fyri leiguna. Stýrið sær umsóknina sum eina sera spennandi loysn, ið kann geva borgarum í Klaksvíkar Kommunu eina viftu av tilboðum. Nýggju leigararnir byrja sítt dagliga virki í húsinum tann 1. mars.
Vinarliga heilsan
Stýrið fyri Atlantis
Jógvan Skorheim
Atli Justinussen
Jákup Mikkelsen