handilshølini Úti á Bakka, og leygardagin í farnu viku var fyrsti dagur í hesum nýggju og snotuligu hølum, har nógv fólk komu á vitjan. Umframt tær vanligu vørurnar so sum amboð og máling, sum handilin er kendur fyri, er nú eisini fitt úrval av innbúgvi at fáa í handlinum. Stjóri í felagnum er Martin Nielsen, sum her sæst á myndini, og sigur hann, at seinastu fimm árini hevur støðug framgongd verið í felagnum. Handilsvirkið Niclasen rekur eisini nýggju Statoil Støðina úti á Bakka, sum lat upp fyri ári síðani og timburhandilin.