SEV er farið undir at skifta vatnrørini oman í Botn í Suðuroynni. Rørini gangan oman til el-verkið í Botni og rørini eru gomul og vánalig og mugu tí skiftast. Talan er um betongrør, sonevnd bonna rør.
El-verkið í Botni er fyrsta el-verk, ið føroyingar fingu. Verkið er frá 1921 og einaferð fyrr eru rørini skift. Upprunaligu rørini vóru úr stáli.
Hóast partur av SEV, so er Suðuroyggin ikki partur av el-kervinum í meginøkinum, men er fyri seg. Eitt verk er í Vági, eitt á Tvøroyri, umframt verkið í Botni.
Sum menninir í Botni skemtiliga taka til, so er ikki víst, at fyri tað um Black Out er í Havn, at tað sama er galdandi hjá teimum.
Arbeiðið við at skifta rørini í Botni er væntandi liðugt 1. september í ár