Nýggj síða

Bleyta innara-síðan, sum Rógvi Jacobsen skoraði móti Cypros var helst nakað, sum fægstu føroysku viðhaldsfólkini høvdu roknað við frá júst honum

Nicosia, Cypern: Talan var helst um eitt av teimum heilt sjáldsama góðu málunum hjá Rógva Jacobsen, tá hann seint í fyrra hálvleiki legði bóltin í einum bleytum boga í cypriotiska málið. Vanliga er tað við bóltum inni í feltinum, at klaksvíkingurin hevur sýnt sína styrki og sítt máltev, men í so máta avdúkaði hann hesaferð eina nýggja síðu av sær sjálvum. Og sjálvur hevði eisini hug at ernast eitt sindur av málinum, tá vit eftir dystin fingu orðið á hann.
- Tað er jú teknikkur, sum skal til, staðfesti hann flennandi, áðrenn røddin aftur gjørdist meira álvarslig.
- Jónhard legði bóltin út frá til mín, og eg stóð nokk so væl fyri. Eg sá eisini, at har var eitt glopp millum verjuleikaran, sum royndi at blokera og málverjan, og so var bara at royna. Tíbetur eydnaðist tað eisini, og tað var ein ótrúlig kensla at síggja bóltin ferðast niður móti stólparótini. Skotið sat bara heilt perfekt, helt hann.
Og so var tað aftur tíð til kanska ikki heilt so stílfullu salto?ina hjá Rógva, sum tey í HB helst mugu hava vant seg við hetta kappingarárið, og sum tey ivaleyst eisini fara at sakna, nú Rógvi fer til Íslands at royna seg.
Spurdur, hvaðani hann hevur fingið hetta hugskotið, sigur Rógvi, at tað er frá Robbie Keane, sum jú er ein av mest prominentu mótstøðumonnunum mikudagin, og so verður spennandi at síggja, hvørt tað verða Rógvi ella Robbie, sum fara at sýna fimleikakynstrini mikudagin.