Leygarkvøldið lat ein nýggj matstova upp í Havn.
Katrina Christiansen eitur matstovan, sum er á Bringsnagøtu í Havn, og hoyrir hon undir Hotel Hafnia samtakið.
Nýggja matstovan hevur ein matarlepa við tapasrættum. Tað eru smáir rættir, við íblástri úr spanska køkinum. Tó eru fleiri av rættunum við føroyskum rávørum, og sostatt er matarseðilin ein blanding millum tað spanska og tað føroyska.
Matstovan lat upp leygarkvøldið 1. apríl.