Kapellið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn hevur fingið nýggja urgu. Talan er um eina Content D 4330 úr ljósari eik. Simme Musikkhús hevur selt urguna
Urgan ljóðar framúr væl, og eingin ivið er um, at tørvur hevur verið á henni.
Sambært Tórshavnar kommunu hevur gamla urgan tænt fyri seg, og nógvir trupulleikar vóru við henni. Ætlanin um at skifta urguna er gomul, og endiliga er urgan komin. Hetta er fyrsta stig í teimum nýtímansgerðum og umvælingum, sum Tórshavnar kommuna ger í Kapellinum í næstum.