Nýggja barnaverndarlógin á breddan

Týskvøldið kl. 19:00 skipar Føroya Pedagogfelag fyri almennum fundi í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Evnið hesaferð er nýggja barnaverndarlógin, sum byrjaði at virka í 2006

Fyrilestrar og kjak
Fyrilestararhaldarar á fundinum verða Birita L. Poulsen og Anna Dam. Á fundinum fara tær báðar at greiða frá høvuðsinnihaldinum í barnaverndinalógini, har dentur verður lagdur á, hvørjar fyriskipanir kunnu setast í verk eftir lógini. Eisini verður komið inn á fráboðanarskylduna hjá fakfólki.
Birita L. Poulsen, løgfrøðingur, arbeiðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni. Birita hevur áður starvast á Almanna- og Heilsumálaráðnum, har hon m.a. hevur verið við til at tilevna nýggu barnaverndalógina.
Anna Dam, advokatur, er leiðari  á Barnaverndarstovu Føroya, og fer hon at greiða frá virkseminum higartil á nýggja felagskommunala stovninum.
Fundurirn varir í umleið 2 tímar. Møguleiki verður eisini at seta fyrilestrarhaldarunum spurningar, samstundis sum at lagt verður upp til kjak.