Nýggja flogfarið er komið heim

Flogfarið er uppkallað eftir slóðbrótandi listakvinnuni, Titu Vinther.

 

 

Í kvøld lendi spildurnýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fyri fyrstu ferð í Vágum. Talan er um eitt sonevnt neo-flogfar - ein Airbus 320neo - sum tekur 174 ferðafólk.

- Eins og hini flogførini hevur nýggja flogfarið eisini fingið navn, og flogfarið eitur Tita eftir listakvinnuni, Titu Vinther.

Á Facebook-síðuni hjá Atlantic Airways verður víst á, at Tita Vinther var slóðbrótandi listakvinna innan føroyska tekstillist.

Í 2005 fekk Tita Vinther stóra viðurkenning, tá hon fekk Mentanarvirðisløn landsins.

- Fleiri av hennara verkum eru ogn hjá eitt nú Listasasavni Føroya, og hon hevur havt ein týðandi leiklut í føroyskari listasøgu.

Tita andaðist í 2019.

Á Facebook-síðuni hjá Atlantic Airways verður Titu ynskt vælkomnari til Føroya.

 

##med2##