Nýggja saltgoymslan á Glyvrum: Fyrstu tonsini endiliga komin

Nýggja saltgoymslan hjá Eimskip á Skálafjørðinum hevur nú fingið tey fyrstu tonsini av salti. Fríggjadagin kom eitt farmaskip úr Karibiska havinum við 2.600 tonsum og liðugt varð at lossa jólaaftansmorgun

Fríggjadagurin var ein stórur dagur hjá Eimskip og hjá fólki í Runavíkar kommunu. Endiliga varð fyrsta lastin av salti komin til nýggju saltgoymsluna, sum hevur staðið klár síðan oktober.

Hollendska skipið Ankergracht var komið av Great Inaqua í Bahama oyggjunum, og við sær hevði tað 2.600 tons av salti í lastini, sum vórðu løgd upp á Glyvrum. Saltgoymslan tekur 5-6.000 tons, so hon er bara hálvfull í løtuni.

Tað er íslendska partafelagið Hafnabakki, sum Eimskip eigur, ið hevur latið goymsluna byggja. Farið varð undir arbeiðið í summar, og goymslan stóð liðug í oktober mánaði.

Fyrsta lastin kom tó ikki til landið fyrr enn fríggjadagin. Orsøkin er, at saltið verður keypt saman við tveimum øðrum saltgoymslum í Íslandi, og tað passaði soleiðis, at nýggj last av salti ikki kom hendavegin fyrr enn nú.

Ankergracht er størsta skipið, sum hevur ligið við bryggju á Glyvrum. Tað er 130 til longdar og tekur 12.200 tons. Skipið hevur tríggjar 40-tons kranar.


Salt av Bahamas

Saltið, sum verður at fáa inni á Bakka á Glyvrum, er av Bahama oyggjunum í Karibiska havinum.

Farmaskipið, sum flytur saltið til Føroyar, leggur fyrst inn í Íslandi, har tær báðar saltgoymslurnar á Hafnafirði og í Keflavík fáa sín part av teimum 12.200 tonsunum, sum skipið tekur.

  Esmar Simonsen á søludeildini hjá Eimskip sigur, at í Karibiska havinum verður heystað tríggjar ella fýra ferðir um árið, og at góðskan er av tí besta, tí sjógvurin er so reinur í økinum.

Eimskip hevur selt salt í Føroyum í eini seks ár. Saltið er komið í bingjum og selt í sekkjum. Hetta var eingin varandi loysn, men við nýggju goymsluni ber til at veita betri tænastu, heldur Esmar Simonsen.

Umframt salt hevði farmaskipið eisini ein lastbil við vippulast, sum kann vippa saltið í goymslurnar hjá kundum.

Við hesum heldur Esmar Simonsen, at Eimskip hevur fingið fótin fastan í Eysturoynni, og tað ætla tey sær at byggja víðari uppá.

Eimskip hevur eisini optión ella fyrsta rætt til at byggja eitt líknandi pakkhús beint við síðuna av nýggju saltgoymsluni, sum nú er tikin í nýtslu.