Í nýggjan og stásiligan skúla í morgun

Í morgun er fyrsti skúladagur hjá næmingum í Miðnámsskúlanum í Suðuroynni í nýggja skúlanum í Hovi Í morgun fóru miðnámsskúlanæmingar í Suðuroynni fyri fyrstu ferð í skúla í nýggja og stásiliga skúlabygninginum í Hovi, sum harvið nú er tikin í nýtslu.

Miðnámsskúlanæmingar í Suðuroynni hava síðstu mongu árini húsast í eini lon í Vágs Skúla, og í einum húsum nærhendis, men nú er skúlin fluttur í nýggja skúlabygningin í Hovi. Har byrjaðu næmingarnir í morgun, og byrjanin í nýggju karmunum bjóðar uppá terminsroynd.

Mikudagin fáa miðnámsskúlanæmingar fleiri skúlafelagar, tí tá flytur Heilsuskúlin eisini í nýggja bygningin, og eru karmarnir til hesa skúlagongdina eisini góðir, m.a. er ein sjúkrastova, har sjúkrasengur eru inni, so næmingarnir m.a. læra at flyta sjúklingar á rættan hátt.

Heilsuskúlin hevur húsast undir trongum umstøðum á Tvøroyri, men nýggi bygningurin í Hovi hýsir bæði Miðnáms- og Heilsuskúla. Almenn móttøka í samband við at skúlin nú verður tikin í nýtslu, verður seinni, sigst.