Sandavág/Miðvág: Á fundi í bygdaráðnum í gjárkvøldið varð staðfest, at neyðugt er við nýggjum skúla til børnini í Vága kommunu.
Eitt uppskot var um at umvæla verandi skúla, men vann hetta uppskotið ikki frama.
Bygdaráðið staðfestir snøgt sagt, at skúlin á Giljanesi er í so vánaligum standi, at ein longu í summar má finna onnur høli til undirvísingina.
Á bygdaráðsfundi hóskvøldið í komandi viku, verður avgerðin endaliga staðfest av bygdaráðnum.
Skóleistar
Hetta við nýbyggingini er eitt mál, sum ikki verður loyst í bræði, bæði tí at eitt prosjekt skal gerast og fígging útvegast.
Hinvegin liggur skúlin ikki á løtu síðuni, tí longu í komandi viku verða ávís tiltøk sett í verk, til tess at betra um umhvørvið innan skúlans gátt.
Hereftir skulu næmingarnir bert ganga inni á leistum ella í inniskóm. Tvey fólk verða sett at halda skúlan reinan allan skúladagin, og skúlastovnurnar verða stongdar í fríkorterinum og í døgurðasteðginum, eins og luftað verður út regluliga.
Millum onnur tiltøk kann verða nevnt, at niðasta hæddin verður forseglað og drenað beinanvegin, og at vindeygabenkur og geriktir verða skift.
- Hesi tiltøk verða framd fyribils, meðan aðrar fyribils ella varandi loysnir verða fyrireikaðar, sigur Hans Jørgensen, skúlastjóri í eini fráboðan.