Nýggjar finalur á Hálsi

Eftir fleiri framúr væl eydnaðar steypafinalur, verður finalan í Fleyr-kappingini nú eisini leikt í Ítróttarhøllini á Hálsi

Vanligt hevur annars verið, at Fleyr-kappingin er avgreidd yvir eitt vikuskifti, men í ár varð gjørt av at royna nýggjan leist.
Í finalunum er talan um dystir, har vinnararnir longu nú kunnu bíleggja sær pláss í sjálvari steypafinaluni, sum skal spælast næsta vár, og tí er einki at ivast í, at báðir partar leggja nógv fyri í royndunum at vinna. Og verður hugt at, hvussu fram úr væl eydnaðar finalurnar hava verið, síðani Flogbóltssambandið fór undir hesar fyri fimm árum síðani, so er tað mest sum eitt náttúrligt stig, sum nú verður tikið.
Við altjóða føroyska dómarapartinum og Taraflex-gólvi verða karmarnir at spæla nærum eisini optimalir, og tí er lítið at ivast í, at talan eisini nú verður um tveir góðar dystir.

SÍ debuterar
Hjá kvinnunum verða tað tey bæði liðini, sum í løtuni royna at elta Dráttur, sum fara at spæla finaludystin. Hetta er sum so nakað, ið TB hevur roynt nakrar ferðir fyrr, og tó at liðið í ár ikki tykist heilt so sterkt, sum tað hevur verið, so borgar dygga ungdómsarbeiðið á Tvøroyri fyri eini ávísari góðsku. Og saman við Maiu og Marinu Popovic er talan tí um eina heild, sum kann vinna á einum og hvørjum liði í landinum.
Mótstøðuliðið er SÍ, sum á kvinnusíðuni er púrasta nýtt í finaluhøpi. SÍ hevur seinnu árini fingið eina alt sterkari umboðan á manssíðuni, og nú tykjast kvinnurnar vera á heilt góðari leið eisini. Talan er um eitt ungt og spennandi lið, og leygardagin kann á sín hátt sigast at vera eitt slag av generalprøva hjá spælarunum.

Klassisk mansfinala
Hjá monnunum verður talan um gamla klassikaran, tá Fleyr og Mjølnir fara at dystast.
Fleyr hevur í ár veruliga sveiggjað seg upp, og sum kappingin hevur háttað seg higartil, so eru teir favorittar, mest sum hvørja ferð teir fara á vøllin.
Verður tosað um fólkið, sum mannar plássini, so er tó lítið at ivast í, at teir hjá Mjølni væl eru førir fyri at geva havnarliðnum heilt dygga mótstøðu. Enn hevur tað tó ikki riggað heilt so væl sum ætlað hjá klaksvíkingunum, men hinvegin kann júst ein slík finala væl verða høvið, sum fær spælararnar at lyfta seg. Og gera teir tað, so verður talan ivaleyst um eitt satt brak av eini mansfinalu.