Føroyar hava møguleika at fáa fríhandilsavtalur við fleiri lond og kann hetta fáa stóran týdning fyri okkum í framtíðini. Hetta er partur av úrslitinum av ferðini hjá Anfinni Kallsberg, løgmanni í New York hesar seinastu dagarnar.
Løgmaður kom heimaftur í gjárkvøldið. Síðani leygardagin hevur hann verið stæddur á ST-høvuðsborgini í New York, har uttanríkisráðharrarnir úr øllum limalondunum hava hildið fundir. Anfinn Kallsberg hevði eisini høvi at vera hjástæddur í ST, tá Kofi Annan, aðalskrivari helt røðu og setti henda seinasta aðalfundinum í hesi øldini. Eisini amerikanski forsetin Bill Clinton helt røðu um sama mundið.
-Eg eri væl nøgdur við túrin, tí eg fekk høvi til at hitta fleiri av uttanríkisráðharrunum og vónandi hava vit við hesum lagt lunnar undir týðandi samstarv við onnur lond í framtíðini sigur løgmaður í eini viðmerking.
Undir vitjanini hevði løgmaður fundir við uttanríkisráðharrarnar úr m.a. Slovakia, Chile, Turkalandi og Letlandi. Fundirnir hava snúð seg um at fáa handilssáttmálar. Øll londini hava verið positiv, og fleiri teirra meta hetta bara sum ein avgreiðsluspurning, og tí uttan nakar politiskar trupulleikar.
Løgmaður metir, at tað átti at borið til at fingið nakrar av hesum handilssáttmálunum ígjøgnum innan fyri rímuliga tíð.
Betri karmar
Talan er í fyrsta umfari um at skapa betri karmar fyri samhandli millum Føroyar og onnur lond. Her kann eisini verða talan um lond, sum vit í dag ikki hava stórvegis samhandil við. Fríhandilsavtalur skulu gera, at tað verður lættari at útflyta og innflyta vørur. Hetta fer ikki minst at kunna gagna føroyskum útflutningi. Anfinn Kallsberg vísir á, at taka vit eitt land sum Chile, ið er ein fiskivinnutjóð, so áttu at borið til at kunna útflutt fiskiútbúnað sum trol, aliútgerð o.a.
Hann heldur annars, at ein sáttmál við Letland kann gerast tann týdningarmesti. Letland er eitt portur til eystureuropeisk lond so sum Hvítarusland, Ukraine o.o. fyri pelagisk fiskasløg so sum sild og makrel og kanska eisini svartkjaft.
Løgmaður dylur ikki fyri, at hann sær stórar framtíðar møguleikar í umrøddu fríhandilssáttmálum. Hóast vit í dag ikki hava nakran samhandil við fleiri av hesum londum, so kann ein slíkur sáttmáli gera, at tað í framtíðini fer at loysa seg at keypa og selja vørur til onnur lond enn tey vit samhandla við í dag. Tað er tí eingin ivi um, at kunnu vit beina fyri slíkum forðingum kann fáa stóran týdning fyri eitt nú føroyskt vinnulív.
Anfinn Kallsberg sigur annars, at tað við slíkum avtalum verður roynt at loysa upp fyri øllum handilsforðingum. Hava vit t.d. ikki ein handilssáttmála og ein handil við eitt land, sum kann komandi samhandil koma undir Gatt-reglurnar, og tað kann gera, at tað ikki loysir seg at hava ein samhandil yvirhøvur.
Lat okkum gera hetta meira greitt við einum dømi: Taka vit eitt eystureuropeiskt land, sum skal keypa sild, og tað t.d. hevur ein sáttmála við EFTA, so fer sildin tollfrí inn í tað landið. Men kemur hon úr Føroyum, og vit ongan sáttmála hava, so kemur tollur omaná søluna. Tað oyðileggur okkara kappingarevni at kunna selja til slík lond. Og sama ger seg galdandi, tá vit keypa úr slíkum londum. Tí eru fríhandilsavtalur alfa og omega fyri framtíðar samhandli.
Náddu ikki alt
Løgmaður sigur, at túrurin eftir umstøðunum hevur verið sera væleydnaður. Ynski var annars frammi um at møta umboðum fyri fleiri onnur lond eisini, eitt nú Australia og New Zealand umframt Rusland. Men tað er so ikki øll lond, sum prioritera fríhandilsavtalur við eitt so lítið land sum Føroyar serstakliga høgt. Tað er avmarkað, hvussu nógva orku fleiri lond vilja brúka til at gera fríhandilsavtalur við Føroyar. Flestu av teimum vilja heldur hava sáttmálar við ES ella aðrar felagsskapir.
Løgmaður sigur, at vit skulu bara vera fegnir um, at tað eru lond, sum vísa okkum áhuga.
Ætlanin var eisini at hitta íslendska uttanríkisráðharran og tosa um markið millum Føroyar og Ísland. Men hesin fundurin verður hildin seinni.
Saman við løgmanni í New York hava verið m.a. Marjun Hanussardóttir, løgmansstjóri og John Rajani, løgmanskrivari. Eisini Herluf Sigvardsen frá Uttanlandsdeildini var við á ferðini. Tað var danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, sum fyrr í ár beyð løgmanni og grønlendska landsstýrisformanninum at vera við til setanina av aðalfundinum í ST fyri harvið at geva teimum møguleika at umboða síni lond beinleiðis og uttan um Danmark. Løgmaður valdi so at brúka hetta høvið til at fáa nakað ítøkiligur burtur úr, og fara vit í næstum at síggja, hvad spurdist burtur úr.