Leygardagin 28. apríl læt enn ein nýggjur handil upp í Runavík.
Talan er um mannfólkahandilin ICON, ið er ein klædnahandil til menn um 16 ára aldur og uppeftir.
Nýggi handilin leggur seg serliga eftir at selja nýggj merki, sum ikki hava verið at fáa í Føroyum áður, sum t.d. Frank-Q (Frankjú), Park og Kaporal5. Eisini er stórt úrval av kendu smúkkunum til mannfólk av merkinum Dyrberg/Kern at fáa.
Tað er Sunrid Olsen í Saltnesi, sum eigur handilin. Sunrid eigur eisini mótahandilin ”Shari” í Runavík og konufólkahandilin ”Touche” á Áarvegnum í Havn.
Leiðari á handlinum er Óluva Højgaard í Rituvík, ið hevur lært í mótahandlinum Shari.