Jazzur er á á Hvonn í kvøld, sum vanligt er týskvøld. Er ein staddur í býnum í Havn, so er møguleiki at hoyra jazz.
Týsdagin 30.des.er ein spildur nýggjan jazz bólkur á Hvonn. Tey hava ongantíð spælt alment fyrr. Tað er Konni Kass Jacobsen, ið syngur og leikar á saxofon, Barður Reinert Poulsen spælir bass, Mattias Dimitris Kapnas leikar klaver og Jan Rúni Poulsen situr aftanfyri trummurnar. Saman rópa tey seg KapKassJazz
Hesi eru, hóast teirra unga aldur, sera roynd á føroyska tónleikapallinum. Konni hevði ein av høvuðsleiklutunum í Hair leikinum, Bárður Reinert Poulsen hevur verið virkin í ymsum samanhangum, Mattias, ið gongur á triða ári á miðnámsskeiðnum hjá Tórshavnar Musikkskúla, hevur millum annað verið klaverleikari í Klintrimus, ið er at síggja í Sjónleikarahúsinum. Jan Rúni hevur drúgvar royndir. M.a. er hann fastur percussion leikari í Føroya Symfoni Orkestur. Bárður, Konni og Jan Rúni eru eisini partur av Tórshavnar Stór Bandið! Føroya einasta Stór Band
Hvonn hevur livandi jazz tónleik hvørt týskvøld. Talan er um lounge jazz tónleik. Hetta er ofta lættari jazz tónleikur, beat tónleikur ella retro 50 og 60 ara tónleikur
Týskvøldið, síðsta í árinum, verður eitt tónleikbrak á Hvonn.
Tað er týskvøld, tað er Hvonn, tað er jazzur, tað er tað.