Bygdaráðið í Sunda kommunu hevur sett nýggjan leiðara á dagstovninum við Stórheygg í Hósvík. Tá dagsstovnurin við Stórheygg í Hósvík letur upp aftur mánadagin 13. august aftan á ein stuttan summarsteðg, verður tað við nýggjum leiðara.
Hanna Thøgersen, sum hevur verið leiðari tað seinasta árið, er farin í starv sum barnaansingarsamskipari hjá Klaksvíkar Kommunu. Tí varð søkt eftir nýggjum leiðara, og á fundi herfyri samtykti bygdaráðið at seta Sunnrid Poulsen í starvið.
Sunnrid Poulsen er 33 ára gomul og tók prógv sum námsfrøðingur frá Føroya Læraraskúla á vári 2002. Hon hevur síðani arbeitt á Barnagarðinum á Oyri, sum í 2005 flutti í nýggj høli á Flatinum á Oyrarbakka, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.