Nýggjur heimavøllur á Svangaskarði

Tað er fyrst og fremst stríðið um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting, sum er á dagsskránni, tá ið TB í dag vitjar B68 á nýggja graslíkinum á altjóða vøllinum á Svangaskarði. Hóast kærkomna sigurin ímóti NSÍ á útivølli fyri viku síðani, so er B68 framvegis undir strikuni. TB er trý stig frammanfyri B68, og tí er tað týdningarmikið hjá TB ikki at tapa á Svangaskarði.

Tølini siga, at tað er sjáldan, at tvøramenn fara krøktir til hús aftur, eftir at hava roynt seg á útivølli. TB hevur seks ferðir verið á útivølli higartil í ár, og tað er bara eftir fyrstu ferðina norðanfyri – eftir 2-0 tap í Runavík – at einki stig er fingið til høldar. Merkisvert er tað eisini, at TB framvegis eigur fyrsta sigurin á útivølli á. Allar hinar fimm ferðirnar hevur úrslitið verið javnleikur, og ikki minst fyri viku síðani var talan um gott avrik, tá ið tað í Gundadali eydnaðist at greiða 1-1 ímóti meistarunum í B36.

B68 hagtølini á heimavølli eru einki at reypa av. Í seks royndum hevur tað bara eydnast at vinna eina ferð – 3-2 ímóti NSÍ.

Stóri trupulleikin hjá B68 hevur higartil verið, at nógvir spælarar hava verið skaðaplágaðir, men nú er farið at lýsna. Í 2-0 sigrinum í Runavík vóru allir tøkir uttan Jann Ingi Petersen. Framrættaðu Keita og Ukpei vóru við partar av dystinum.

Tølini siga, at verjuparturin hjá B68 ikki hevur verið sannførandi. Tí eru toftamenn serliga fegnir um, at tað í Runavík eydnaðist at halda tætt. Jóhan Dávur Højgaard og Oddur Højgaard stóðu seg væl í miðverjuni. Einar Hansen var leikbannaður fyri viku síðani. Nú er hann tøkur aftur.

Hjá TB eru allir spælararnir tøkir. Í fyrradagin boðaði felagið frá, at sáttmáli er undirskrivaður við Nenad Stankovic, sum er gamal kenningur í føroyskum fótbólti. Eitt nú hevur hann umboðað B68.

Í 8. umfari vann TB 3-1 á B68 við Stórá í 120 ára føðingardagsdystinum.

B68-TB: Eiler Rasmussen í dag klokkan 17.00.