Nýggjur kuningarleiðari í Vágum

Felagið Vágar hevur sett nýggjan kunningarleiðara, eftir at Terji Nielsen fór úr starvi fyrr í mánaðinum

Anna Sofía Nordendahl er sett sum leiðari fyri Kunningarstovuna hjá Felagnum Vágar í Miðvági. Hon tekur við eftir Terja Nielsen. Anna Sofía Nordendahl er ikki ókend í vinnuni. Hon hevur í sjey ár starvast á Kunningrsotvuni í Vágum, sum tó ikki hevur verið so virkin og skipað soleiðis, sum hon er í dag, nú fleri fólk eru til arbeiðs bæði á sjálvari Kunningarstovuni og við Kunningardiskin á flogvøllinum.
Niels Olgar Joensen, formaður í fleagnum Vágar, sigur, at tey fara at miða eftir at fáa ein avloysara aftur at tí halvumørðum stravinum, sum er í løtuni. Hesin avloysarin skal so taka við eftir tørvi, sigur hann.
Virksemið hjá Kunigarstouvni verður á leið, sum tað hevur verið framanundan. Tó er ein nýggjur faldari á veg, sum er eitt sindur øðrvísi, enn teir undanfarnu hava verið.
Í nýggja faldaranum veðrur umframt teir túrar og støð, ið eru at síggja og vitja í Vágum, eisini ein partur, har lýst verður við, hvørjir handlar eru í oynni, og hvat teir hava at selja.
Fýra síður verða settar av til handlarnar, sigur Niels Olgar Joensen. Har verður so kort yvir bygdirnar, har ásett er, hvar handlarnir liggja.
Hetta er sum vera man serliga ætlað fremmandafólki, sum kemur í Vágar, sigur Niels Olgar Joensen. Fólk, sum til dømis sita á flogvøllinum og bíða, kunnu so stytta sær stundir við at vitja handlarnar, sum eru í oynni, sigur hann.