Tvøroyrar býráðið hevur gjørt av, at seta Rasmus Steintórsson Biskopstø í starvið sum leiðari av Kunningarstovuni á Tvøroyri, nú verandi leiðarin, Sólfríð Bech, fer í farloyvi í eitt ár.
Rasmus Steintórsson Biskopstø er Klaksvíksingur, hann er 27 ár og hevur kandidat útbúgving í geografi og sosialvísindum frá universitetinum í Roskilde.
Rasmus hevur verið ferðaleiðari og ráðgevari hjá Norðoya Kunningarstovui og har hevur hann eisini tikist við planlegging og ferðasambandi, serliga í sambandi við hópferðavinnu eitt nú tá ferðamannaskip vitja í Norðhavnini.
í sambandi við útbúgvingina skrivaði hann serritgerð um ferðavinnu í Føroyum hann lýsti útvaldar hagapartar, og har hann umrøddi veksandi áhugan fyri at ganga í haganum og setti tað upp ímóti burðardyggari menning.
Rasmus hevur eisini starvast á Býarskipanardeildini hjá Tórshavnar kommunu eitt stutt skifti, har hann hevur var málsviðgerari og fylgdi við verkætlanum hjá Visit Tórshavn.
Hann byrjar í starvinum mánadagin 18. mai.