Nýggjur og væl koyrandi Ford MPV

Ford eru nú komnir á marknaðin við einum 5-persóna MAV/MPV í miðalklassanum. Ford Focus C-Max er bygdur yvir sama plattform sum nýggi Focus persónbilurin, ið kemur seinni í ár.

Leingi er tað, ið væl skal verða. Endiliga komu Ford á marknaðin við einum MAV/MPV í miðalklassanum. Ford Focus C-Max er bygdur yvir sama plattform sum komandi Ford Focus. Tað hevur annars ljóðað, at bilurin skuldi koma við sjey sitiplássum, men soleiðis varð ikki. Ford hava nevniliga gjørt fleiri marknaðarkanningar og sett ymiskar spurningar fram, sum t.d. um kundarnir veruliga ynska sær meira enn fimm sitipláss. Tey flestu søgdu, at tey aftastu sitiplássini blivu næstan ongantíð brúkt, men tey kundu heldur hugsað sær størri viðførisrúm. Út frá hesum kanningum gjørdu teir so av at gera ein rúmligan MAV og ikki ein MPV, við fimm sitiplássum og stórum viðførisrúmi.

Liðilig innrætting

Bilurin er ergonomiskur og liðiliga innrættaður, soleiðis at baksetrini sum eru deild í tvey kunnu flytast aftur og fram óbundin av hvørjum øðrum. Rygglenið í miðjuni kann leggjast fram yvir og brúkast sum borð. Á stólarygginum á forsetrinum eru eisini flúgvaraborð. Við at flyta baksetrini ella taka tey heilt úr bilinum kann støddin á viðførisrúminum broytast eftir egnum ynski.

Fleiri ymiskir motorar eru at velja í millum sum t.d. 1,6 litur bensinmotorur við 100 hk, 1,8 litur við 120 hk, og 2,0 litur við 145 hk. Dieselmotorar við common-rail innspræning eru eisini á skánni, sum t.d. 1,6 TDCi við 110 hk og 2,0 TDCi við 136 hk.

Koyrieginleikarnir á Focus C-Max er á ongan hátt merktir av, at bilurin er ein MAV. Tað vil siga, at hóast hann er hægri enn ein vanligur persónbilur, er hann eins stúttur og ein persónbilur at koyra. Undirvognurin er tann sami sum á nýggja Focus persónblinum, sum kemur á marknaðin seinni í ár.


Opið hús í vikuskiftinum

Í samband við nýggja Focus C-Max hevur P/F Wenzel opið hús komandi leygardag og sunnudag, har høvið verður at síggja ella royna bilin. Leygardagin er opið frá kl. 10.00 til kl. 16.00 og sunnudagin frá kl. 13.00 til kl. 16.00. Kaffi og køkur, og sodavatn o.a. verður at fáa. Eisini verður møguleiki at vinna ein el-drivnan modelbil av slagnum Street Ka. Væl egnaður til børn í 3 - 5 ára aldri.



Ford Focus C-Max 1,6 Ambiente

Motorurin1,6 litur 4 syl. 100 hk

0-100 km/t12,9 sek

Bensinnýtsla14,5 km/l

Dekkstødd195/65-15

Stødd og vekt:
Longd433,0 cm
Breidd 183,0 cm
Hædd160,0 cm
Eginvekt1200 kg
Viðførisrúm460 - 1620 litrar

Prísurkr. 217.000,-

SøluumboðP/F Wenzel
Akranesgøta
FO-100 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo