Nýggjur prestur í Norðoyggjum

Sunnudagin var prestvígsla og –innseting í Christianskirkjuni í Klaksvík. Havnarmaðurin Magnus Brahé Jørgensen tók við embætinum sum nýggjur prestur

FÓLKAKIRKJAN

 
 
 
 
 
 
Sunnudagin varð Magnus Brahé Jørgensen úr Havn prestvígdur og innsettur sum sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi. Vígslan og innsetingin fóru fram í Christianskirkjuni við guðstænastu. Hans J. Joensen, bispur, prestvígdi Magnus Brahé Jørgensen, og Bjarni Bæk, dómpróstur, stóð fyri innsetingini. Prædikuteksturin varð um brúðleypið í Kána, og eftir prædikuna varð altargangur.
Eftir guðstænastuna varð samkoma fyri innbodnum.
Nýggi presturin avloysir Hans Eiler Hammer, ið nú røkir prestaembæti í Noregi.
Við starvinum er tænastubústaður, sum er prestagarðurin á Prestvegi í Klaksvík. Prestagarðurin er bygdur í 1928, men er júst nýumvældur.
Sjey umsóknir vóru til embætið, sum umfatar kirkjusóknirnar Klaksvík, Árnafjørð, Kunoy, Húsar og Mikladal.
Í 1928 varð búfastur kappelánur settur í starv í Klaksvík. Norðoyggjar vóru til 1934 eitt prestagjald við einum presti, sum búði í Ónagerði á Viðareiði. Sama árið varð Norðoya vestara prestagjald skipað. Í byrjanini var bert ein prestur, men síðani 1948 hava teir verið tveir. Báðir prestarnir búgva í Klaksvík.
Hin sóknarpresturin í býnum er Niels Pauli Danielsen.
Næsta sunnudag verður aftur prestainnsetan. Tá verður Marjun Lómaklett innsett í Havnar kirkju. Hon er sett sum prestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi.