HB hevur í dag gjørt sáttmála við Lukas Giessing. Hann hevur verið uttan sáttmála í eina tíð, og hevur vant við. Nú hava partarnir so gjørt ein sáttmála. Lukas Giessing hevur spælt á U21-landsliðnum og hevur fyrr umboðað AB í føroyskum fótbólti.
- Fyrst og fremst haldi eg at HB er eitt spennandi felag við einum sterkum liðið, og einum ótrúliga dugnaligum venjaratoymi. Harnæst hevur pápi mín bæði spælt, og verið venjari í HB, so eg kenni sjálvsagt nakað til felagið, sigur Lukas Giessing við heimasíðuna hjá HB.
Lukas Giessing er sonur Julian Hansen, sum spældi við besta liðnum hjá HB í 1980unum. Hann hevur í tveimum førum verið venjari hjá besta liðnum. Tað var í 2005, og aftur í 2010 og 2011.