Nýggjur stjóri hjá O.C. Joensen

15. august 2004 varð hans Jákup D. Joensen á Eiði settur sum stjóri á felagnum P/F O.C.Joensen á Oyri.

Hans Jákup er 28 ára gamal, ættaður úr Vík, men búsitandi á Eiði.

Hann byrjaði sum næmingur í Føroya Sparikassa í 1995 og varð útlærdur á sumri 1997.

Hann tók hægri handilsskúlaprógv í 1995, Fíggjarskúlan í 1997, víðkaða peningastovnsútbúgving í 1999 og fíggarakademiska útbúgving í 2003.

Hann hevur starvast á ymiskum økjum í Sparikassanum, eitt nú á Grannskoðanardeildini í 2 ár og á vinnulívsdeildini í 2 ár.

Frá á heysti 2001 starvaðist hann sum deildarleiðari á deildunum hjá Sparikassanum við Norðskála og á Eiði.

Síðan 15. mars 2004 til 15. august var hann fíggjarleiðari hjá O.C.Joensen.

Frá hálvum juli 2004 varð hann settur í starv sum stjóri á felagnum "14 juli 2004" sum er eitt dótturfelag hjá P/F O.C.Joensen og frá 15 august 2004 varð hann settur sum stjóri á felagnum P/F O.C.Joensen.

Hans Jákup tók við eftir Hans Johannes á Brúgv, sum 1. oktober tekur við sum stjóri á Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum.

Saman við Joan Kruse av Eiði, eigur Hans Jákup 3 synir, sum eru ávikavist 8, 4 og 1 ára gamlir.