Nú fer Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum at eitt týðandi stig fram ímóti at loysa stórar og grundleggjandi trupulleikar í okkara heilsuverkið.
Hóast Hans Pauli Strøm sigur, at hóast vit hava eitt sera gott heilsuverk, eru eisini stórir trupulleikar, sum mugu loysast.
Og fyri at loysa teir, fer hann nú at leita eftir einum yvirskipaðum stjóra fyri alt heilsuverkið.
Hetta verður ein nýggjur stjóri, sum verður omanfyri leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum.
- Uppgávan hjá honum verður at fyriskipa virksemið á øllum trimum sjúkrahúsunum. Hann skal eisini samskipa virksemið ímillum tey trý sjúkrahúsinum, so at peningaliga, tøkniliga og menniskjansliga tilfeingið í heilsuverkinum verður gagnnýtt á besta hátt.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum staðfestir, at sum støðan er nú, hava vit eina leiðslu á Landssjúkrahúsinum og eina leiðslu á hvørjum av teimum trimum smærru sjúkrahúsunum, har hvør ræður sær og sínum.
- Avleiðingin av tí, er, at samskipanin er alt ov vánalig og endamálið við tí nýggja forstjóranum verður at tryggja, at vit hava eitt samanhangandi og samvirkandi heilsuverk við tøttum samstarvi ímillum tey trý sjúkrahúsini.
Leiðslurnar missa makt
Hetta merkir ikki, at leiðslurnar á teimum trimum sjúkrahúsunum verða avsagdar.
- Men tað skerst ikki burtur, at tær koma av missa nakað av myndugleika og noyðast at geva seg undir eina felags, yvirskipaðari leiðslu.
Sum heilsuverkið er bygt upp nú, hevur hvørt sjúkrahús eina trýstreingjaða leiðslu við einum fyrisitingarligum stjóra sum hevur evstu ábyrgd mótvegis politiska myndugleikanum, men síðani eru eisini ein læknastjóri og ein røktarfakligur stjóri á jøvnum føti í ovastu leiðsluni.
Hetta er ein leiðslubygnaður, sum hevur kostað morð og brand at skipa á sjúkrahúsunum, tí sjúkrarøktarfrøðingarnir settu sum ófrávíkiligt krav, at ein røktarfakligur stjóri skuldi setast á jøvnum føti við tann læknafakliga stjóran.
Hans Pauli Strøm leggur dent á, at nýggja yvirskipaða leiðslan fyri heilsuverkið skal eisini viðgera spurningin um bygnaðurin á teimum trimum sjúkrahúsunum, við eini trýstreingjaðari leiðslu, er tann mest skynsami mátin at reka eitt sjúkrahús eftir.
Hann leggur dent á, at tað verður tann nýggja yvirskipaða leiðslan, sum fer at taka avgerð um hetta á einum fakligum og fyrisitingarligum støði og hetta fer hann, sum politikari, ikki at leggja seg út í.
Men hann sigur, at í hesum sambandi kann talan vera um at heilt at broyta bygnaðin á teimum trimum sjúkrahúsunum.
- Men talan kann eisini vera um at varðveita eina trýstreingjaða leiðslu, men at laga hana til og at geva tí fyrisitingarliga stjóranum størri myndugleika og at geva læknafrøðiliga og sjúkrarøktarfrøðiligu leiðsluni ein meiri ráðgevandi leiklut.