Tað er ikki á hvørjum degi at ein heilt nýggjur VW Passat kemur á marknaðin. Forgangarin kom fyrstu ferð á marknaðin í 1996 og var sostatt á marknaðinum í umleið nýggju ár.
VW Passat er nú vorðin ein størri og rúmligari bilur enn forgangarin. Hann er longri, breiðari og hægri, bæði hvat viðvíkur plássinum í kabinuni og í viðførisrúminum, ið nú er tað størsta í sínum klassa við 565 litrum. Serliga tað at bilurin er breiðari er eitt tað fyrsta ein leggur til merkis.
Kabinan er væl innrættað, og forsetrini stuðla væl og eru løtt at stilla inn til røttu koyristøðuna. Nakkapúturnar eru aktivar, so tær verja móti koyrsilsbresti.
Koyrieginleikarnir eru á sera høgum støði, og elektromekaniska servostýringin saman við framkomna undirvogninum ger sítt til, at bilurin er ein uppliving at koyra.
Hondbremsan er avloyst av eini elektroniskari parkeringsbremsu, sum verður aktiverað við einum knøtti til vinstru á instrumentborðinum. Bremsan slær automatiskt frá, tá bilførarin traðkar á koblingspedalin og startar bilinum, setur í gir og aktiverar spitaran. Treytin er tó, at bilførarin er bundin í trygdarbeltið, og hann hevur latið hurðina aftur eftir sær. Startlykilin er avloystur av eini "diskett", sum verður sett í start/stopp lyklarholið.
Reinsar bremsuskivurnar
Sum nakað heilt nýtt hevur Passat eina trygdarskipan, sum ger at tá tað sirmar ella regnar, og viskararnir eru aktivir, flyta bremsuklossarnir seg við jøvnum millumbili inn móti bremsuskivuni, fyri at reinsa tað vatnið burtur, ið kann seta seg á bremsuskivurnar. Hetta styttir munandi um bremsulongdina í vátveðri.
Passat fæst í útgávunum Trendline, Comfortline, Sportline og Highline. Í standardútgávuni er bilurin útgjørdur við t.d. fartpiloti, fjarstýrdum sentrallási, el-rútum, síðuspeglum við hita, 16" hjólum, radio v.fløguspælara, Climatic aircondition, og ESP (Elektronic Stabilitet Program) sum hjálpir um bilurin glíður út í svingum.
Í fyrstu atløgu sær motorskráin sær soleiðis út. Bensinmotorar: 1,6 litur FSI við 115 hk, og 2,0 litur FSI við 150 hk. Dieselmotorar: 1,9 litur TDI við 105 hk, 2,0 litur TDI við 140 hk. Seinni koma fleiri aðrar útgávur og aðrir motorar, sum t.d. 2,0 FSI turbo við 200 hk, 3,2 litur V6 4-Motion við 250 hk, og 2,0 TDI við 170 hk.
Í sambandi við at nýggi Passat er komin, verður opið hús hjá Bilasøluni v.Øssur Johannesen leygardagin 16 apríl, har høvi verður at síggja og roynda bilin.
VW Passat FSI Trendline
Motorurin2,0 litur 4 syl. FSI (bensin) 150 hk
0-100 km/t9,4 sek.
Bensinnýtsla12,1 km/l
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd476,5 cm
Breidd182,0 cm
Hædd147,2 cm
Eginvekt1375-1475 kg
Viðførisrúm565 litrar
Prísurkr. 298.000,- (2,0 FSI Trendline)
SøluumboðBilasølan v.Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo
Myndatekstur: