Nógv egg í fleiri kurvar

Játtan til gransking er ein langtíðar íløga, sum kastar vitan av sær. Vitanin kann ítøkiliga geva fíggjarligt avkast innan vinnuna ella kann brúkast til tiltøk innan heilsu-, útbúgvingar-, umhvørvis- og onnur verk til at skipa og menna samfelagið.

Í hesum døgum er freistandi at halda, at tað er við gransking sum við veðrinum: Øll tosa um tað, men eingin ger nakað við tað. Hetta er nú ikki allur sannleikin, tí tað verður sanniliga granskað í Føroyum – langt frá nokk, men hóast alt ikki so lítið. Tað verður enntá granskað í veðrinum, og hvussu mann kann gera nakað við tað. Granskingin í havinum og ávirkanini frá veðurlags­broyt­ingunum er millum sterkastu og mest týðandi granskingina, vit hava í Føroyum í dag. Grund­irnar eru minst tvær: Onnur er, at vit hava góð fólk her, sum hava fingið møguleikan at út­búgva seg, arbeiða og menna seg innan økið, sum tey hava brennandi áhuga í, hin at tað verður satsað uppá økið – les: peningur er latin til endamálið, í stóran mun frá útlendskum stuðlum.

Høvdu vit dyrkað og satsað líka munadygt á øðrum økjum eisini, høvdu vit kunna livað upp til fínu visiónirnar, sum vit tosa so nógv um. Her beint undan løgtingsvalinum við álvarsorðum um at satsa uppá gransking í aðruhvørjari grein, havi eg hug at siga, at nú er nokk tosað, nú er at gera nakað við tað.

Hagtølini tala

Granskingarráðið kunngjørdi í summar hagtøl fyri gransking, menning og nýskapan í Føroy­um. Hetta eru best skjal­prógv­aðu upplýsingarnar, vit hava tøkar um føroyska gransking sum heild.

Tølini siga nakað um fígging, býti millum gransk­ingarøkir og ymiskt annað. Talan er um eina teljing, sum sigur mest um, hvussu nógva orku vit brúka, hon sigur ikki nakað beinleiðis um úrslitini. Kortini kunnu ávísar niður­støður gerast burturúr, serliga um, hvat avkast Føroyar kunnu rokna við at fáa við at hyggja upp á, hvussu nógv verður satsað uppá ymsu økini. Í stuttum kann sigast, at tað eru fá øki, sum í dag eru nóg sterk til at vit kunnu rokna við serliga stórum avkasti.

Politisk plussorð uttan kjøt

Hóast nógv politiskt tos um gransking og eftirlýsingar eftir haldgóðum upplýsingum um gransking, hava nýliga fram­løgdu hagtølini ikki verið serliga nógv viðmerkt ella viðgjørd í politiska rúminum ella í miðlunum.

Her verður ein roynd gjørd at fara aftur um tølini og spyrja, hvør granskingin er, sum verður uppsummerað í fínar lagkøkur og stabbar. Hvar og hvør granskar? Kunnu vit rokna við at fáa nakað burturúr? Hvat kunnu vit brúka tað til?

Granskingarumhvørvið

Stórur partur av granskingini fer fram á almennum stovnum, sum flest allir hava til endamáls at granska og gera onnur ting eisini. Umframt hesa gransk­ingina fer ein munandi partur av granskingini í Føroyum fram við stuðli frá Granskingar­ráðnum og øðrum fíggjarligum keldum. Her er ofta talan um granskingarætlanir burturav, sum fara fram á almennum stovnum í Føroyum og uttan­lands ella í samstarvi við vinn­una. Í rundum tølum verður roknað við, at parturin, sum Granskingarráðið fíggjaði í 2003, var umleið 8 % av almennu játtanini til gransking og menning. Samlaða fíggjar­lógarjáttanin til gransking og menning var 63.7 mió ella 0,66% av BTÚ, meðan vinnan brúkti 20.6 ella 0,21 % av BTÚ.

Nógv mesta føroyska al­menna granskingin er innan náttúru og náttúrutilfeingi, heili 63%. Tað er eyðsæð, at gransk­ingin á øðrum økjum er sera smábýtt og tí eru umhvørvini ofta viðbrekin og persónstengd. Hetta verður vanliga hildið at vera sera óheppið, tí uppbygd vitan kann hvørva sera knapp­liga og tekur langa tíð at byggja uppaftur.

Leikluturin hjá Granskingarráðnum

Granskingarráðið varð sett á stovn í 1996, og fyrstu játtanirnar til gransking vóru eftir tilmæli frá nýggja ráðnum latnar í 1997. Fyrstu tíðina var játtanin sera avmarkað og bert fyri eitt ár í senn. Seinni varð lógin umskipað, Granskingar­grunn­urin stovnaður, Gransk­ingar­ráðið fekk játtanar- og eftir­litsmyndugleikan og játtanin øktist nakað. Síðani 2002 hevur játtanin kunnað verið latin til verkætlanir yvir fleiri ár og tøka upphæddin er vaksin nakað, um enn hon enn er forsvinnandi lítil í mun til ynskir og tørv. Í 2003 var tøka játtanin á fíggjarlógini 5.2 mió kr., í 2007 6.7mió kr. Hørð kapping er um hesar pengarnar, tí øll árini eru komar 4-5 ferðir so nógvar skikkaðar og viðkomandi umsóknir, sum játtan hevur verið tøk til.

Vinnugransking

Eitt av mest brúktu orðunum í teimum mongu álitunum um gransking seinnu árini er vinnu­gransking. Hetta er lykilin til gransking í Føroyum, nú skal gransking gagna vinnuni og harvið samfelagnum. Jú, sjálvsagt, men hevur gransking ikki altíð gjørt tað? Tað er eftir mínum tykki sum við hønuni og egginum. Hvat kom fyrst? Hvar gongur markið fyri vinnuligari nyttu av gransking ella er nakað mark yvirhøvur?

Av teimum verkætlanunum, sum Granskingarráðið hevur stuðlað seinnu árini vilja flestu vera samd um, at eitt nú gransk­ing í upptøkuni av dixocin, PCB og øðrum evnum í ali­laksi, sum Magnus Pauli Magnussen hevur gjørt á Havsbrún er vinnugransking. Eisini er menning av flóðlinju við atliti at hygieiniskum sniði og arbeiðumhvørvi, sum Jákup Magnussen á NomaTek hevur arbeitt við, og blóðgiskipan til blóðuppsamling, sum Rógvi Nielsen hevur gjørt hjá NomaTek og VestSalmon beinleiðis vinnuvent arbeiði.

Fleiri aðrar áhugaverdar og lovandi verkætlanir úr einum vinnusjónarhorni eru um at vera lidnar ella eru væl í gongd. Ólavur Simonsen o.a. kanna møguleikan hjá skipum at spara olju. Bjarti Thomsen og Fróði Skúvadal arbeiða við eini verk­ætlan um stórmeskað flótitrol. Hilmar Simonsen o.a. arbeiða við kanningum og tulkingum av seismiskum data frá Glyvurs­nesi og Vestmannasundi.

Men hvussu við stóru kanningini hjá Katrini Næs av lesiførleikunum hjá føroyskum skúlanæmingum? Er hetta vinnugransking? Í øllum førum kunnu úrslitini væntandi geva okkum svar uppá onkrar av spurningunum, sum eru reistir í Pisakanningunum, og loysnir sum í framtíðini kunnu koma vinnuni og samfelagnum øllum til góðar. Og hvussu við kann­ingunum hjá Beintu í Jákups­stovu og Bjørg Jacobsen av broyttu kynsmynstrunum. Tær stóðu fyri føroyska partinum av norðurlendsku verkætlanin Women leave, men remain, har umstøðurnar hjá kvinnum í Útnorðuri vóru kannaðar. Ein av trupulleikunum er, at kvinnur í alt størri mun søkja móti stórplássunum, í før­oysk­um viðurskiftum til Havnar og uttanlands. Hetta skapar eitt álvarsligt undirskot av kvinnum í samfelagnum, júst tann trupulleikin, sum Jákup á Dul gjørdi vart við á nýggjárinum.

Vinnan yvirhálar Visión 2015

Hóast stórar politiskar ambitión­ir við Visjón 2015 varð talan ikki um nakað beinleiðis skarðslop á uppskotinum til Fíggjarlóg fyri 2008. Gaman í vóru nakrar hækkingar í upp­skoti, men einki at tosa um í mun til visjónirnar. Í hesum døgum er tað vinnan, sum gongur á odda at vísa á tørvin og eftirlýsir einum sterkum og umfatandi universiteti í Føroyum. Hetta hava Fróð­skapar­setrið – universitetið – og granskingarstovnarnir eisini víst á í fleiri ár, uttan tó at tað er eydnast serliga væl at sannføra politisku skipanina um, at stórar íløgur, eg meini nógvur peningur, er fyrsta og størsta fyritreytin fyri at menna føroyska universitetið og harvið samfelagið.

Íløgur í framtíðina

Um lurtað verður eftir politisku agitatiónini nú, so er breið semja um, at játtan til gransk­ing er ein íløga, ikki ein útreiðsla. Eins og við øðrum íløgum, t.d. í partabrøv, er tíðarhorisonturin rímiliga langur, áðrenn íløgan er afturvunnin og eitt avkast í skapi av ítøkiligum granskingar­úrslitum hómast. Mett verður, at tað ganga í minsta lagi 8 ár -, frá tí at fólk fara undir hægri útbúgving og til tey hava lokið Ph.D. prógv - áðrenn talan er um ein fullfloygdan granskara, sum er klárur at fara undir at arbeiða miðvíst og harvið levera granskingarúrslit.

Tað hevur stóran týdning at gera sær greitt, at tað er ein vági í at gera íløgur í gransk­ing, eins og tað er á øllum øðrum íløguøkjum. Tað er eingin trygd fyri avkasti av íløgunum, men við góðum skipanum er møguleiki fyri góðum úrslitum. Eins og í vinnuni er neyðugt at gera strategiskar íløgur, velja sær nøkur serliga áhugaverd øki, gera neyvar forkanningar og so ikki minst ansa eftir at spjaða váðan, og ikki leggja øll eggini í somu kurv.

Hevur skund

Skulu vit gera okkum nakra vón um at kunna fylgja við altjóða samfelagnum, tá tað snýr seg um kappingarføri, sunna vinnu, og góðar livium­støður fyri øll fólk í Føroyum, má tað satsast stórt nú. Stórar íløgur skulu sum skjótast gerast bæði í universitetið, verandi granskingarstovnar og í gransk­ingargrunnin. Satsast skal eisini innan nýggj øki, og her er ætlaða granskingarparkin eitt upplagt stað at byrja. Týdningar­mest er at satsa á fleiri økjum samstundis, so sunn kapping kemur í.

Føroyska granskingarum­hvørvið treingir til nógv størri dynamikk, kapping og útskift­ing. Sum er, er umhvørvið so lítið, at talan ikki er um eina natúrliga útskifting og tilgongd av nýggjum fólki og kreftum. Leikluturin hjá Granskingar­ráðnum er her at vera við at menna nýggjar granskarar og/ella menna gransking innan nýggj ella serliga áhugaverd økir í Føroyum. Granskingar­stovnarnir eiga í nógv størri mun enn nú at kunna seta nýggjar granskarar við sjálvir og at rekrutera burturúr teim­um, sum Granskingarráðið og útlendsk granskingarumhvørvi hava verið við at ment. Hin­vegin skulu fleiri av teimum granskarum, sum Granskingar­ráðið letur stuðul til, halda fram við sínum virksemi í vinnuni og í útlendskum granskingarum­hvørvum. Soleiðis tryggja vit okkum áhaldandi at kunna endurnýggja og menna granskingarumhvørvið

Tann, ið váðar, vinnur

Hvør fær so ágóðan av íløgunum? Bæði vinnan og samfelagið fáa beinleiðis og óbeinleiðis ágóðan av íløgunum í gransking. Beinleiðis vinningur fæst av granskingar­úrslitum, sum geva fleiri inn­tøkur/spara pening. Hinvegin fæst óbeinleiðis vinningur av granskingarúrslitum, ið geva okkum boð uppá, hvussu vit kunnu skipa samfelagið, heilsu­verkið, undirvísingarverkið, umhvørvisverkið o.s.fr. Harafturat er tað gagnligt við betri skikkaðari arbeiðsmegi, áhugaverdari og dynamiskari arbeiðsmarknaði. Fyrimunirnir eru nógvir – um vit tora at gera íløgurnar.